Ein finala varð ongantíð spæld

Síðani fyrstu steypafinaluna í 1955 hava finalur verið á hvørjum ári uttan í 1970

Tað eru 70 ár síðani, at tað fyrstu ferð varð spælt í føroysku steypakappingini í fótbólti. Fyrsta finalan um Ísafjarðabikarið, sum tað tá varð kappast um, var sambært FaroeSoccer 3. juli í 1955 millum KÍ og HB, sum vann 3-1.

 

Síðani hevur steypakapping verið á hvørjum ári. Eftir at HB í 1964 vann ísafjarðbikarið til ognar var kappast um tríggjar ísafjarðasúlur, og síðani 1989 hevur verið kappast um løgmanssteyp.

 

Tað eru 70 ár síðani, at tað í 1955 varð farið undir steypakappingina, og í kvøld verður 70. finalan. At talan ikki er um 71. finaluna kemst av, at eingin finala var í 1970. Tað árið varð kappingin strikað. HB og KÍ vunnu seg í finaluna, sum ikki varð spæld, tí klaksvíkingar noktaðu at fara í Gundadal at spæla finalu. Í 1966 og 1967 vann KÍ finalur á nýggja vøllinum í Sarpugerði í Gøtu. Ta fyrru ferðina endaði tað 4-2 ímóti HB, og seinnu ferðina endaði tað 6-2 ímóti B36.

 

Í 1968 og 1969 var finalan millum høvuðsstaðarfeløgini, og tí var eingin orsøk at fara úr Gundadali, har HB vann ávikavíst 2-1 og 2-0, og so var tað í 1970, at John Reid og teir í Klaksvík settu seg upp ímóti ÍSF og vildu hava, at finalan var í Gøtu.