Tí fór tangabilurin úr aftur Leirvík við sildini

- Vit høvdu einki við óhappið at gera, og sjálvur havi eg bara sæð myndir av sildini á vegnum, sigur Joen Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni í Leirvík

 

Sildin, sum endaði á vegnum í Leirvík í gjárkvøldið, var komin úr Vestmanna í tangabili, og tað var Vestmenningur, sum hevði landað sildina. 

 

Á Tavuni í Leirvík skuldi sildin skerast til flak og síðan í bitar, og her skuldu sildabitarnir fyllast í tunnur og marinerast.

 

Hetta er eitt virksemi, sum Tavan hevur havt í eftirhondini fleiri ár í byrjanini av sildavertíðini.

 

- Vit høvdu fingið tveir bilar við sild úr Vestmanna, og vit skuldu júst byrja okkara sildavirksemi. Tíverri fingu vit trupulleikar við einari skerimaskinu.

 

Stjórin í Tavuni, Joen Magnus Rasmussen, sigur, at hetta førdi til, at Tavan bert megnaði at arbeiða sildina frá tí eina bilinum.

 

Tað var, tá hin bilurin, sum Tavan kortini ikki kundi taka ímóti, fór avstað aftur seint seinnapartin í gjár, at óhappið hendi.

 

- Eg veit ikki, hvat hendi, og eg veit heldur ikki, hvussu nógv sild endaði á vegnum í Leirvík - og hví bilurin misti sildina.

 

Stjórin vísir á, at ein slíkur bilur, sum hesin, hevði eini 25-30 tons av sild, men hann veit kki, hvussu nógv endaði á vegnum í Leirvík.

 

- Vit høvdu einki við óhappið at gera, og sjálvur havi eg bara sæð myndir av sildini á vegnum, sigur Joen Magnus Rasmussen.