Tað er Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður fyri Framsókn, sum hevur sett landsstýrismanninum í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, ein grein 52a fyrispurning um 'Ferjulegur og atløguviðurskiftini á Syðradali og í Klaksvík'.
Ítøkiliga spyr Karlot Hergerisson soleiðis:
1. Er arbeiðið uppá ferjuleguna á Syðradali liðugt?
2. Um ja, hvat hevur arbeiðið kostað?
3. Um nei, hvat væntar landsstýrismaðurin, at tann endaligi kostnaðurin er at tillaga ferjuleguna og atløguumstøðurnar á Syðradali?
4. Hvat væntar landsstýrismaðurin, at tann endaligi kostnaðurin er at tillaga ferjuleguna og atløguumstøðurnar á Syðradali og í Klaksvík?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Karlot Hergeirsson til fyrispurning frá Beini Johannesen, løgtingsmanni, har landsstýrismaðurin svarar, at arbeiði var liðugt og avhendað miðan aug. 2025. Eisini stendur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026, at Arbeiðið við ferjuleguni á Syðradali er liðugt.
– Hetta fæst illa at passa við tað, undirritaði bæði hoyrir og skilir, eins og at tað eisini kemur fram í einum tíðindastubba hjá KVF tann 29. okt. 2025, sum endurgevur eini sms-boð frá stjóranum á SSL, at enn verða tillagingar gjørdar, og eftirmetingar verða gjørdar áhaldandi, og tá komið er út á várið, verður tikið saman um royndarsiglingina hjá Teistanum, sigur Karlot Hergeirsson.
– Í omanfyri nevnda spurningi varð eisini spurt um kostnaðin, og verður svarað, at brúktar er 6,7 mió uppá Syðradal, sum tá er avhendað og liðug, og verandi atløgu á Stongunum mett til at kosta millum 2,5 til 3,0 mió. kr.
– Um ferjulegan ikki er liðug og klár til Teistan, sum annars kemur fram í svarinum uppá 52-023/2025, hvør verður so samlaði kostnaðurin uppá allar tillagingar á Syðradali? Í samlaða kostnaðinum eigur at verða tikið við, at Teistin liggur við manning í Klaksvík og ger onkra royndarsigling av og á. Eisini skal takast við “rimaverkið”, sum kaiin á Syðradali má leingjast við, sigur hann.
Hann vísir víðari á, at undir orðaskiftinum um eykajáttan á heysti 2024 (LM-008/2024), har pengar vórðu játtaðir til hesar tillagingar, vóru tað fleiri løgtingsfólk, sum settu spurningar, um nú kostnaðarmetingin fór at halda.
– Tá var ætlanin at flyta rampuna úr Skopun til Syðradals, men í álitinum verður hetta víst aftur. Har stendur: Til hetta endamál verður biðið um 7,7 mió. kr. Nevndin hevur fingið upplýst, at hetta er dagførda kostnaðarmetingin at flyta rampuna og til arbeiðið í Syðradali, og mett verður, at hon fer at halda. Neyðugt verður møguliga at gera nakrar smærri tillagingar á ferjuleguna í Klaksvík; hetta verður kannað í løtuni. Hetta arbeiðið verður mett at kunna verða gjørt innanfyri verandi játtan, sigur Karlot Hergeirsson.











