Ein gisti í brummuni hjá løgregluni

Ein persónur, sum ikki vildi siga hvør hann var, slapp at gista í brummuni í nátt

Tað hevur ikki verið tað heilt stóra at gera hjá løgreguni seinasta samdøgrið. Tó so, so fekk løgreglan um midnáttarleitið eina fráboðan um, at tónleikurin var alt ov hart frá í einum húsum í høvuðsstaðnum. Løgreglan fór á staðið og bað fólkini um at dempa tónleiki, og teimum boðunum eftirlíkaðu tey.

Og tá klokkan var farin um trý í nátt var aftur ein fráboðan um harðan tónleika. Hesaferð var tað í Blábarr í Havn. Løgreglan fór á staðið og í samráð við eigarain varð tónleikurin sløktur, og so var ikki meira gjørt við tað.

Klokkan 6 í morgun var løgreglan í hóslag við ein persón í býnum. Men tá løgreglan vildi hvør hann var, vildi maðurin ikki siga navnið. Og tað merkir, at tú verður handtikin. Og tað var hann so. Hann var settur í brummununa, har hann hevur sitið til fyri eini løtu síðani, tá hann er blotnaður og hevur sagt navnið.

– Tað er tann býttast orsøkin, tú kanst verða handtikin fyri, ikki at vilja siga navnið, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

– Tí tað merkir, at tú verður handtikin og fært eina bót upp á 1.000, og tað er for tápuligt, heldur vaktleiðarin, sum annars vísir á, at tað hevur verið eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni.