Her sita russiski forsetin, Vladimir Putin og guvernørurin á Krim, Mikhail Razvozjajev, og práta saman. Russland tók Krim frá Ukraina í 2014

Eitt fólk læt lív og trý vórðu særd á Krim

Guvernørurin á Krim sigur, at 43 ukrainskar dronur eru skotnar niður yvir Sevastopol í nátt

Her sita russiski forsetin, Vladimir Putin og guvernørurin á Krim, Mikhail Razvozjajev, og práta saman. Russland tók Krim frá Ukraina í 2014

Ein maður er dripin og trý fólk eru løstað í einum ukrainskum dronuálopi á býin, Sevastopol á Krim-hálvoynni.

 

Tað siga russisku myndugleikarnir á ukrainsku oynni Krim, sum Russland hertók longu í 2014.

 

Guvernørurin á Krim, sum russar hava sett, Mikhail Razvozjajev, sigur, at 43 ukrainskar dronur eru skotnar niður í økinum í nátt.

 

Hetta sigur hann á boðtænstuni, Telegram.

 

Sagt verður, at maðurin, sum læt lív í ukrainska álopinum, sat á einum akfari, tá hann varð raktur.

 

Mikhail Razvozjajev sigur, at ukrainska álopið á Sevastopol elvdi til oyðileggingar á íbúðir og ein dansiskúla í býnum.

 

Krim er ikki nøkur lítil oygg. Hon er størri enn alt Ísrael og eitt vet minni enn Jútland, sum er umleið 2/3 av Danmark.

 

Á Krim-hálvoynni eru umleið 2,4 milliónir íbúgvar.

 

Ukrainsku myndugleikarnir vita í morgun at siga, at tvey fólk - tveir menn, 48 og 72, ára gamlir, eisini hava latið lív í einum russiskum álopi í nátt.

 

Hetta var eitt dronuálop í BIlopillja-økinum í landnyrðingspartinum av Ukraina, bert fimm kilometrar úr markinum til Russlands.

 

Kelda til hesi tíðindi er ukrainski leiðarin fyri hernaðarumsitingini í Sumy-regiónini, Oleg Grygorov.

 

 

 

 

 

Her sita russiski forsetin, Vladimir Putin og guvernørurin á Krim, Mikhail Razvozjajev, og práta saman. Russland tók Krim frá Ukraina í 2014