Sirið á NATO-fundum um trygdina í Arktis og Norðuratlantshavi

Sirið Stenberg, uttanríkisráðfrú, luttók hósdagin saman við danska verjumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen, og grønlendsku landsstýriskvinnuni í uttanríkis- og granskingarmálum, Vivian Motzfeldt, á fleiri fundum í høvuðssætinum hjá NATO í Brússel.

Uttanríkis- og mentamálaráðið:

 

Á skránni var trygdarstøðan í Arktis og Norðuratlantshavi, har nýggja NATO-átakið Arctic Sentry var eitt av høvuðsevnunum.

 

Á fundunum hittu politisku umboðini úr Føroyum, Grønlandi og Danmark millum annað ovastu hernaðarligu leiðararnar í NATO, SACEUR og SACT. Eisini vóru fundir millum norðurlendsku verjumálaráðharrarnar og millum sameindu arktisku verjumálaráðharrarnar, har trygdarstøðan í økinum varð umrødd. Londini vóru samd um, at tað er neyðugt at raðfesta bæði trygdina og kapasitetirnar í Arktis og Norðuratlantshavi.

"Føroyar hava ein týðandi leiklut í trygdarpolitisku myndini í Norðuratlantshavi. Tí er umráðandi at hitta starvsfelagar úr londunum í Arktis og Norðuratlantshavi regluliga, m.a. fyri at umrøða, hvussu vit styrkja samstarvið um trygdina í økinum."

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum

Broytingarnar í Arktis og Norðuratlantshavi hava beinleiðis týdning fyri Føroyar. Skiftið í trygdarpolitiska landslagnum ber við sær, at tað er avgerandi fyri Føroyar at taka virknan lut í altjóða samstarvi, sum kann fáa stóra ávirkan á okkara nærumhvørvi. Við luttøkuni á NATO-fundunum staðfesta Føroyar sín leiklut sum partur av einum breiðum samstarvi um trygd í Norðuratlantshavi, har endamálið er at varðveita frið og støðufesti í økinum.

 

Sí fleiri myndir niðanfyri:

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##