- Eg ivist í, um vit yvirhøvur fara á Føroyabanka í ár, tí treytirnar, sum Fiskimálaráðið setir skipum og bátum, eru púrasta burtur við, sigur skiparin á Kambi, Mortan Mortensen.

Ein góður túrur hjá Kambi

Seinasta mikudag landaði frystilínuskipið Kambur 290 tons undan Eysturgrønlandi og Føroyum.

- Eg ivist í, um vit yvirhøvur fara á Føroyabanka í ár, tí treytirnar, sum Fiskimálaráðið setir skipum og bátum, eru púrasta burtur við, sigur skiparin á Kambi, Mortan Mortensen.

Kambur er liðugur við sína kvotu í fremmandum sjógvi í ár, og nú er tað Føroyaleiðin, sum verður álitið restina av hesum árinum. 

 

- Vit eru væl nøgdir við gongdina higartil í ár, og vit vóna sjálvsagt, at restin av árinum eisini kemur at roynast, sigur skiparin, Mortan Mortensen.

 

Seinasta mikudag landaði Kambur 290 tons av frystum fiski. Teir byrjaðu túrin í Eysturgrønlandi og endaðu hann á Munkagrunninum.

 

- Vit fiskaðu tað, vit áttu í Eysturgrønlandi, eini 225 til 230 tons, og síðan endaðu vit túrin á Munkagrunninum, har meginparturin av veiðini var longa.

 

Mortan Mortensen sigur, at hesin túrurin vardi í einar fimm vikur. Fiskaprísurin er góður, og hetta var tískil ein góður túrur hjá skipi og manning.

 

Nøkur føroysk frystilínuskip fara yvir á Flemish Kap í ár, men tað verður ikki Kambur, sum fer yvir hagar í ár. 

 

- Vit hava eisini fingið átta dagar á Føroyabanka, eins og øll hini línuskipini og størru útróðrarbátarnir hava fingið, nú Fiskimálaráðið aftur loyvir avmarkaðari vinnuligari veiði á Bankanum.

 

Mortan Mortensen sigur seg tó ivast í, at teir yvirhøvur fara út á Bankan í ár, tí hann heldur, at treytirnar, sum Fiskimálaráðið setir skipum og bátum, eru púrasta burturvið.

 

- Sambært treytunum skal hetta verða ein serstakur túrur, sum varar í mesta lagi í átta dagar - frá tí, at tú loysir, til skipið liggur við bryggju aftur.

 

Hann vísir á, at ein túrur hjá frystilínuskipunum vanligar liggur um 4-5 vikur, men túrurin á Føroyabanka kann bara vara í átta dagar.

 

##med2##

 

Skiparin heldur ikki, at hetta er serliga "grønur" fiskivinnupolitikkur. 

 

- Hetta er annars vanlig vinnulig veiða, tó at dagarnir bert eru átta í tali, og tí dugi eg ikki at skilja, hvør trupulleikin skuldi verið við, at túrurin á Føroyabanka kundi verið partur av einum vanligum túri.

 

Mortan Mortensen sigur seg ivast í, hvussu nógv frystilínuskip fara á Føroyabanka við hesum treytum. 

 

- Vit kunnu ímynda okkum ein túr, har tað ikki gongur serliga væl - antin við veðri ella fiskiskapi. Tá kann hetta skjótt gerast ein bummtúrur í átta dagar, sigur skiparin á Kambi.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

- Eg ivist í, um vit yvirhøvur fara á Føroyabanka í ár, tí treytirnar, sum Fiskimálaráðið setir skipum og bátum, eru púrasta burtur við, sigur skiparin á Kambi, Mortan Mortensen.

Mortan Mortensen, skipari á frystilínuskipinum, Kambi.