TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum Rás2/in.fo gjørdi við Ragnar Isaksen á tí ófatuliga snøgga La Moye golfvøllinum á Jersey, har føroyska oyggjaleikalandsliðið í golf kappast.
Yngsti maður, Ragnar Isaksen vónar at bøta um sítt spæl og sína endastøðu, og hann vónar Føroyar kunnu enda á einum heiðurligum 13. plássi av teimum 20 oyggjunum, sum kappast í liðkappingini.
Prátið kom eisini inn á væntandi umstøðurnar hjá føroysku golfítróttini. Ragnar Isaksen setur í samrøðuni orð á tað, sum føroyska samfelagið hevði vunnið við einum golfvølli við góðum umstøðum. Ferðavinnan og avleiddar vinnur høvdu havt stórt gagn av einum golfvølli í einum av heimsins vakrastu umhvørvum.