Ein harður dystur um kr. 75.000

Í morgin verður vinnarin í stóru sangskrivarakappingini hjá Atlantic Music Event kunngjørdur á tiltaki í Norðurlandahúsinum, á heimasíðuni ame.fo avdúkar Atlantic Music Event nú hvørji 21 løg eru tilnevnd, og hesin listi vísir bæði kend og nýggj nøvn umframt áhugaverd samstørv.

Atlantic Music Event

Ein heppin sangskrivari ella eitt sangskrivarasamstarv fær á samkomu í Norðurlandahúsinum handa vinningin áljóðandi kr. 75.000 at nýta til tónleikaframleiðslu. Atlantic Music Event kunnger á heimasíðuni ame.fo hvørji tey 21 løgini eru, ið eru tilnevnd og sostatt hava møguleika at fara við vinninginum, sum Landstýrismaðurin við Mentamálum handar á tiltakinum í í Norðurlandahúsinum kl. 17.00 í morgin. Jensina Olsen, ið vann Ársins Singer/Songwriter 2006 í Hafnia Lounge og er ein av teimum tilnevndu syngur nakrar sangir á tiltakinum.

Góð og spennandi nøvn
Her er talan um nøkur av fremstu føroysku tónleikanøvnunum, nøvn, ið longu hava staðfest seg á føroyska tónleikatindinum so sum Eivør, Lena, Kári Sverrison, Brandur Enni, Elin Heinesen, Kim Hansen, Sigrið Rasmussen og vinnarin av nærum øllum sangkappingum higartil Heri Nolsøe. Men eisini um spennandi nýggj nøvn, ið hava gjørt vart við seg seinastu tíðina, sosum Boys In A Band, Guðrið Hansen, Jensina Olsen, Búi Egason Dam, Petur Háberg, Brandur Jacobsen og Margreta á Rógvi.

Spennandi samstørv
Her eru eisini nøkur spennandi samstørv, so sum Finnbjørn Hansen, Kim Hansen og Jóanes Hansen, umframt Lena Anderssen, ið samstarvar við føroysku hittsmiðirnar Bárð Háberg Óla Jógvansson. Nøkur av samstørvunum røkka eisini útum klettarnar, eitt nú Brandur Enni, ið samstarvar við svian Lars Kilmann Jansson, Rannvá Jacobsen, ið hevur skrivað lag sítt saman við grønlendsku super stjøruni Angu Motzfeldt, og Trygvi D. Strøm, ið hevur gjørt lagið saman við danska bólki sínum Kristina renfro.
Harumframt eru fleiri nøvn, ið eru meira ella minnið kend, so talan tykist at vera um eina spennandi kapping, við úrslitið, ið sera ringt er at spáa um.

Valdu tey 21 løgini
Ein føroysk dómsnevnd lurtaði eftir teimum 515 minuttunum av innsendum tónleiki, tilsaman 124 løg. Tey, ið mannaðu føroysku nevndina vóru: Niels Halm, Hergeir Eldevig, Anna Katrina Petersen, Kaj Johannesen, Jón Tyril, Sólvá Ford, Gissur Patursson, Píl Reinert, Linda Petersen, Steintór Rasmussen, Høgni Zachariasen og Elin Hentze.
Hvør í sínum lagi valdu nevndarlimirnir tey 20 løgini, sum tey persónliga hildu áttu at koma víðari. Løgini eru vald í tilvildarligari raðfylgju. Um onkur hevði sent inn 2 uppskot, er tað uppskotið, sum hevur fingið flestar atkvøður, ið er farið víðari. Ætlanin var at velja 15 løg, men orsakað av, at stigatalið hjá fleiri lagskrivarum var tað sama, vóru 21 løg vald.

Útlendsk dómsnevnd
Ein útlendsk dómsnevnd hevur nú lurtað eftir løgunum, og limirnir í hesi nevnd hava hvør í sínum lagið valt tey 10 bestu løgini, og nú er ein vinnari funnin. Henda dómsnevnd er mannað við limum úr Danmark, Noregi og Íslandi, ætlanin var eisini at hava onkran úr øðrum londum, men hetta varð tíanverri av ongum. Men við at skeita eftir listanum av dómarum, sæst greitt, at her eru nógv sera dugnalig og týdningarmikil fólk innan ídnaðin.
Vinnarin av sangskrivarakappingini fær 75.000 kr., nummar 2 fær 20.000 kr. og nummar 3 fær 5.000 kr. Peningurin er oyramerktur til eina tónleikaframleiðslu t.d. fløguupptøku, sjónbandalag ella annað.


Útlendska dómsnevndin

Brynhild Kalsø HansenPDH Music DK
Helene Broch Verkætlanarstjóri, Music Export Norway(NO)
Jens Ove FriisStjóri, Recart Music (DK)
Lars Charlie MortensenTónleikábyrgdarfólk og talsmaður, Jelling Festivalen(DK)
Sarah-ChanderiaHacate Entertainment Group USA/NO
Kathrine Bækkevold Produkt Leiðari: Interscope, Geffen, A&M, Universal US, Motown, Dreamworks (NO)
Peter Møller MadsenTónleikábyrgdarfólk og talsmaður, Nibefestivalen(DK)
Birgitte MandelidTónleikatíðindafólk og vegna Øyafestivalen (NO)
Michael CallesenRosa - Dansk Rock Samråd(DK)
Ásgeir EyþórssonPromotari og tónlistasamskipari í Reykjavík(IS)
Poul Henrik JensenDJBFA(DK)
Þorvaldur Bjarni ÞorvaldssonTónleikari, sangskrivari, sangari í "Todmoblie" (IS) luttikið í Eurovision fleiri ferð

Tey 21 løgini:

Arons Song - Hans Olivur Joensen
Aware of it - Brandur Enni, Lars Kilmann Jansson
Big Shot - Brandur Jacobsen Tórshavn
Dadadie - Búi E Dam
Drain me - Rannvá Jacobsen og Angu Motzfeldt
Dýrdarkvøld - Kári Sverrisson
Fjøllini standa úti - Jens L. Thomsen og fleri
Grát ei - Eivør Pálsdóttir
Kynda Bál - Jensina Olsen
Love is dead - Guðrið Hansen
Mary - Ronni Poulsen
Mín varði - Elin Heinesen
Møttust vit á Penny Lane - Heri Nolsøe
Out on the Road - Trygvi D. Strøm og Kristina renfro
Secrets to conceal - Boys in a Band
Silvurfuglur - Finnbjørn Hansen og KIM Hansen og Jóanes Hansen
So called paradise - Sigrið Rasmussen(Lloyd Garret)
The Cute Little Club - Petur Háberg
Til ein vin - Margreta á Rógvi
Wasted - Lena Anderssen, Bárður Háberg Óli Jógvansson
You got a hero in me - Árni Øregaard
(Raðfylgjan er alfabetisk, ikki prioriterað eftir stigum)