Ein herskin kostur

Tá skelkurin hevði lagt seg eftir fyrsta samráðingarumfar millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri fríggjadagin, vórðu so ymisk tøl send út í vikuskiftinum, at teir flestu føroyigar mugu kenna seg eitt sindur ørkymlaðar.

Fólk hava í fyrstu atløgu torført at skilja, at danska stjórnin hevur gjørt eitt roknistykki, sum sigur, at føroyska samfelagið skal hava 650 milliónir krónur í stuðuli í 63 ár fyri at koma upp í eina bruttotjóðarúrtøku, sum er umleið 20 milliardir krónur.


Og upp aftur torførari hava fólk við at skilja, at danir fara at seta krónutal á, hvat føroyingar í Danmark kosta danska ríkiskassanum. Tað verið seg pensjónistar, arbeiðsleysir føroyingar, krígspensjónin, lærarapensjónir o.s.fr. Hvørjar inntøkur hevur danska samfelaið ikki frá føroyingum og Føroyum?


Nú eru fyri fyrstu ferð av álvara sett tøl á, hvussu nógv ríkisfelagsskapurin kostar í peningi. Eitt fyribrigdi, sum leiðandi og tilvitandi politikkarar altíð hava ávarað ímóti, tí tað gongur báðar vegir. Men lítið er at ivast í, at danska stjórnin hevur gjørt hesar útrokningarnar, eftir at landsstýrið kunngjørdi, hvussu nógv danski ríkiskassin hevði spart í hernaðarútreiðslum, tí danska stjórnin hevur latið NATO byggja og reka hernaðarstøðir í Føroyum.


Hetta er ein gongd, sum formaðurin í Javnaðarflokkinum ávaraði ímóti so seint sum í eini orðaskiftissending herfyri. Hann vísti á, at fóru føroyingar at brúka NATO-tølini, kundi hetta enda við, at danir fóru at gera mótútrokningar. Og tað er júst tað, sum hendi.


Tá hetta er sagt, skal eisini staðfestast, at framferðin hjá forsætisráðharranum í fyrsta samráðingarumfarinum var óstortslig.


- At kalla til tíðindafund, uttan at føroyska samráðingarnevndin visti av tí, var at skapa eitt óheppið samráðingargrundarlagg frá fyrsta degi.


- At kunngera samráðingaruppskotið hjá føroyingum, og kunngera tøl við atliti til tað, er eisini so langt úti, at tað verður torført at fáa ta neyðuga og góða samráðingarumhvørvi, sum er neyðugt, um føroyingar og danir skulu koma til eitt samráðingarúrslit, sum sømir seg og báðir partar kunnu góðtaka.


Men danir hava ikki alla skyldina. Landsstýrið kundi eisini víst størri politiskt snildi. Og halda tað, at eitt samráðingaruppskot kann haldast loyniligt, er bart út alt ov naivt. Samráðingarnar og ætlanirnar raka alt Føroya fólk og tí er mest reiðiligt at spæla við "opnum kortum" frá fyrsta degi.


Nú mugu vit fáa greiðar linjur, og landsstýrið og danska stjórnin skylda føroyingum og dønum frágreiðingar um tey meiri og minni tilvildarligu tøl, sum vit hava hoyrt og sæð seinastu dagarnar.


Tey ørkymla, men at danska stjórnin fór at koma við kravi um eina stutta skiftistíð, kann ikki undra nakaran. Hetta hava stjórnarpolitikkarar sagt áður, og hetta hava danskir andstøðuflokkar sagt. Skulu vit hava fullveldi, skulu vit gjalda, men at danir fóru at vera so kontantir var óvæntað, tá vit hugsa um, hvussu danir hjálpa øðrum tjóðum til sjálvræði. Tí tóktist kosturin í so herskin hetta fríggjakvøldið.