Ein jólasøga

Men tað hendi i teimum døgum, at tað komu boð fra løgtingsins formanni, at alt landi skuldi skrivast i mantal

Hetta mantalið var, meðan flogvallarfepurin herjaði um alt landi. Hvørt mansbarn vildi hava ein flogvøll, hvør i ættarbygd sina. Nærum allir íbugvar landsins gjørdust serkønir i flogvallarmálum, alt hvat i viðvíkir longd av flogbreyt, innflugvings­vinklum - og hædd v.m. Kosta hvat í kosta vil - ein flogvøll í hvørjari syslu - tað var minsta mark.

Um sama mundi, hevði løgtingsins formaður tikið valdið i øllum landinum, tá ið hann, saman við øðrum samsintum livi­breyðspolitikarum, hevði gjørt alt landi til eitt valdømi. Hetta kvetti gjørdi enda á 150-ára frælsisstríði hjá íbugvunum. Í1850-unum bleiv einahandilin avtikin, og úthandlar fóru at stinga seg upp úti um landi, harvið fór so smátt at grógva um gangandi fót, og Føroyar tókust at mennast sum land og tjoð. Hetta er nu alt søga. Fyrr stevndu føroyingar til tings um firðir og sund. Í tíðini framyvir, koma allir tinglimir at búgva so tætt uppá tingstaðin, at teir kunnu spáka til tings. Tað mann verða longst sum best, tí sum ein politikari tók til, býr tú í høvðusstaðnum, ja, so er tú landspolitikari, men býr tú uttan­fyri Suðurstreym, ja so er tú komunalpolikari- og bygdafrel.

Komandi ár verður tralahald aftur loyvt i Føroyum.Tann einasta treyt ið fylgir við er, at hesaferð er ikki loyvt at veiða teir í Afrika, men helst i Eystureuropa, tí har eru teir biligast.

Tingformaðurin hevur enn ein stórsigur til góðar, tí í næstu tingsetu fær hann fulveldiskreftirnar at ganga við til eina fólkaatkvøðu um loysing fra Danmark. Henda atkvøða verður eitt rungandi nei til loysing, harvið verður alt fulveldisstíð – tos - og tankar, skotið l j ó s á r út í framtíðina. Tá kann formaðurin av sonnum siga: Hvør er staturin?

Staturin? Tað eri eg!!

Ein onnur umfarsot herjar eisini landi, og tað er hagtalsfepurin. Nu kann einki fáast av skaftið uttan ørgrynnur av hagtølum.Vanlig sunn fornuft er yt.Uttan hagtøl steðgar alt virksemi i samfelagnum.Apropos hagtøl, so vísa hesi, at færri og færri hendur eru tøkar i fiskivinnuni – bæði á sjógvi landi, men hagtølini bera eisini boð um, at fiskur- og fiskaúrdrattir eru útvið 100 % av tí samlaða útflutningsvirðinum. Tí má spurningurin verða, hvar er útflutningstølini fra øðrum vørðubólkum? Vinnulivi- og politikarar hava í áravís meyla um aðrar vinnubolkur, so sum tøkni - og vitan v.m, hvar eru hagtølini – og útflutningsvirði av øllum hesum??

Landsbankastjórin segði fyri stuttum, at skipini skulu leggjast, og manning­arnar í land at arbeiða. Hvussu samsvarar hetta við ein burðardyggan búskap?

Annars er ógvuliga tungt at fáa eyga á eina yvirskipaða kós viðvikj. útbúgv­ing. Sum nú er, verður mest lagdur dentur á, at fólk fær sær eina akademiska útbúgving, við tí sum fylgju, at tað oftast er ógjørligt at finna arbeiði i Føroyum. Eftir lokna útbugving, eru tað nógv við hægri utbugving, ið als ikki koma heim aftur, ti ikki er bruk fyri teimum her á landi.

At fáa fólk at útbúgva seg til høvisvinnuna,verður litið einki gjørt við. Sum dømi kann vísast á, at Fiskivinnuskúlin í Vestmanna hevur liva undir sera sparsomum korum -fyri ikki at gloyma Kokka­skúlan í Klaksvík. Nu skal aftur ein gransk­ingardepil kroystast niður í Havn. Hevði tað ikki verði betur at brukt millióninar til ein nútímans kokkaskúla, við fjølbroyttari útbúgving á ymiskum økjum- og stigum. Eitt er vist, ein komanda frálandsvinna, kemur at tørva ein hóp av folki við hesum útbúgvingum.

Vit hava einki skúlaskip.Vit høvdu ATLANTIC NAVIGATOR, har hópin av ungdomi fingu sína fyrstu livsroyndir. Sum kunnugt, so møttu hetta slóbrótandi risatiltak ikki politiskum vælvilja - so 100 tals fólk, serstakliga ung, vóru upsøgd.

Fyrr var tað við virðing, at kalla seg fiskimann/sjófólk, - nú er hetta vorði til eitt skensorð, vegna skattfradrattin. Ein politisk viðtøka, ið fiskimenn/sjófólk als onga ávirkan hava havt á.

Sum gongdin er á tí politiska økjnum, í løtuni, so kemur mann í tankar um bokina KAMERAT NAPOLION hja Georg Orwell. Støðan i Føroyum í dag er ógvuliga lík seinna helmingi av hesi bók. Støðan kann eisini lýsast við orðunum, sum skaldi segði um Irland: Har fanst eingin fortíð- og eingin framtíð, men bert nutiðin, sum endurtok seg, fer eftir fer.

Eitt er vist, skulu tað liva føroyingar i Føroyum um nøkur ár, so er bert eitt at gera, og tað er, at loysa restina av Føroyum fra Suðurstreymi, og byggja eitt samfelaga kjølfest á tey naturligi virðini,og ikki sum har, eitt UTOPIA.