Ein javnleikur og tvey tap til føroyingaliðini

Ringkøbing megnaði javnleik meðan Viborg og Keypmannahavn taptu

Trý føroyingalið í bestu kvinnudeildini í Danmark hava verið í leiki.

 

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing leiktu javnleik 30-30 móti Skanderborg á útivølli. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.

 

Bjargingarprosentið hjá Rakul var 15,8, meðan kappingarneytin, Emma Friberg var niðri á 6,7 prosentum.

 

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg taptu á heimavølli 31-34 fyri verandi meistarunum, Esbjerg.

 

Í steðginum var Esbjerg á odda 20-17.

 

Jana skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál.

 

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn taptu tepurt 25-26 fyri Sønderjyske á heimavølli. Sønderjyske var á odda 15-11 í steðginum.

 

Pernille skoraði tvey mál.

 

Komandi mikukvøld spælir Viborg á útivølli móti Ajax. Sama kvøld tekur Ringkøbing móti Odense, og Keypmannahavn spælir á útivølli móti Horsens.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirStig
1Team Esbjerg1020
2Ikast 1018
3Odense 914
4SønderjyskE1012
5Viborg K1010
6Aarhus United1010
7NFH910
8Skanderborg109
9Ringkøbing109
10Keypmannahavn108
11Silkeborg-Voel96
12Horsens 105
13Bjerringbro FH105
14Ajax 90