Ein koyrdi ávirkaður og ein uttan koyrikort

Løgreglan hevur seinasta samdøgrið tikið tveir bilførarar

Um middagsleitið í gjár steðgaði løgreglan einum bili á Hvítanesi, har hildið varð, at førarin var ávirkaður av rúsevnum. Har varð blóðroynd tikin, og nú verður bíðað eftir úrslitinum.

Tíðliga í morgun um fýra tíðina møtti løgreglan einum bili, har løgreglufólkini kendu bilføraran og vist, at hann ikki hevði førararætt. Koyrikortið hjá honum varð inndrigið í heyst. Men hann var tó ikki ávirkaður.

At koyra bil í frádømingartíðini – tá tú hevur mist koyrikortið – kostar beinan vegin frælsistøkurevsing, tað vil siga, at tú skalt inn at sita í 10 dagar. Koyrir tú uttan førararætt, altso ikki tí at tú hevur mist koyrikortið, men bara tí, at tú ikki hevur koyrikort, so kostar tað eina bót upp á nakrar túsund krónur, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið. Alt hevur verið stongd í Havnini, ikki ein gang bensinstøðirnar, sum annars hava opið alt samdøgrið, hava havt opið, so tað hava ikki verið nógv fólk úti, sigur vaktleiðarin.