Um framt teir tríggjar persónarnar, sum í kvøld vórðu framstillaði í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti, er ein fjórði maður í kvøld handtikin.
Løgreglan sigur aftan á rættafundin í kvøld, at hesin fjórði maðurin varð handtikin seint í kvøld, og at hann verður væntandi framstillaður í Føroya Rætti í morgin mikudagin 23. apríl 2014.
Í kvøld er ein maður varðhaldsfongslaður í fýra vikur skuldsettur fyri ránið í gjárkvøldið.
Les eisini: Fongslaður í fýra vikur fyri rán í Havn