Miðbýurin í Havn er stein deyður... Hetta var ein av niðurstøðunum á kjakfundinum í Miðlahúsinum mánakvøldið, har boðið var til aðalorðaskifti um miðbýin í Havn. Kjakast varð dúgliga, og meiningarnar vóru sum vera man nógvar.
Vit kunnu bara staðfesa, at støðan ikki er góð, og so kunnu vit hugleiða út frá hesum, hvussu hetta kann bøtast.
Tórshavnar kommuna hevur sjálvandi tann størsta leiklutin í hesum, tí tað er kommunan, sum leggur karmarnar. Eitt positivt stig hevur kommunan tikið, sum hon eigur stórt rós fyri, og tað er tann ókeypis busskoyringin. Hetta er eitt sera skilagott tiltak – ikki minst í hesum tíðum, nú so nógv fokus er á globalu upphitingina, men eisini bara út frá einum tænastusjónarmiði.
Men kommunan átti at havt gjørt nógv meira fyri at nøra um mentanar- og handilslívið í miðbýnum. Vit kunnu tosa um byggisamtyktir og um parkeringspláss. Hetta eru smálutir í tí stóru heildini, men tað skuldi sjálvandi verið kommunan, sum kom við teimum stóru visjónunum. Hvat vil kommunan við miðbýnum? Kommunan hevur eina tekniska umsiting, sum eigur at hava fingurin á pulsinum á øllum viðkomandi økjum, og tað er so sjálvsagt, at hon eisini hevði nakrar framtíðar visjónir – eitt nú um miðbýin í Havn. Men tá tað kemur til hetta, so er kommunan knapt so visjoner og professionell, sum vit vildu havt hana.
Men miðbýurin er annað enn handilsgøturnar kring Vaglið, tí SMS er so sanniliga eisini ein miðbýur í Havn. Í teirri stóru visjónini hjá Tórshavnar Býráð var tað so upplagt at gjørt uppskot um, hvussu vit kunnu knýta hesar miðdeplarnar saman, til gangs fyri báðar partar – og okkum øll.
Vit skulu ikki á hesum stað koma við patentloysnum uppá, hvussu vit bøta um veðrið og parkeringsviðurskiftini – og harvið atkomiligheitina til handlar og virki í miðbýnum, men tað eru nógvir møguleikar.
Okkara tilmæli til Tórshavnar kommu skal vera: Setið pengar av til eina hugskots- ella arkitektakapping um, hvussu vit nøra um miðbýin soleiðis, at handilslívið nørist, at mentanarlívið nørist, at fólk tíma og kunnu búgva har, og soleiðis at fólk tíma at koma har. Tá skal miðbýurin nokk vakna úr dvala.