Á vári í 1993 segði eg við ein av mínum politisku samstarvsfeløgum, at eg hevði varhugan av, at alt tað, sum hendi í Føroyum, var væl og virðiliga lagt til rættis frammanundan, og at talan sostatt var um eina danska ráðagerð ímóti Føroyum og føroyingum. Eg sipaði til bankakreppurnar, bankabjargingarnar, Føroya Fiskavirking, bankasamanleggingina, kravið um frítt umsetiligar kvotur og onnur harraboð, ið komu av flatlondum til Føroya.
Eini tvey ár seinni komu avdúkingarnar undan kavi. Ein fyri og onnur eftir. Avdúkingar, sum prógva, at samskifti hevur verið millum Den Danske Bank og forsætismálaráðið um, hvussu danski stórbankin kundi sleppa av við dótturbankan í Føroyum, uttan at hava nakað serligt tap av føroyska dótturbankanum. Somu avdúkingar hava eisini prógvað, at stórt virksemi viðvíkjandi Føroyum hevur verið í loyndum og á ymiskum donskum ráðharrastovum, og at alt hetta virksemið er samskipað í tí sonevndu »færøgruppen«.
Ein av limunum í føroyabólkinum var Erik Bonnerup. Hesin var samstundis formaður í ráðgevandi nevndini viðvíkjandi Føroyum. Sum slíkur hevði hann atgongd til alla vitan um føroysk viðurskifti og um støðuna í Føroyum. Hendan vitan kom helst føroyabólkinum væl við tá ráðagerðin ímóti okkum føroyingum skuldi leggjast til rættis. Ráðgevandi nevndin virkaði sostatt sum ein njósnarabólkur, í hesi mæti donsku verkætlanini, ið hevði til endamáls at niðurbinda eitt fáment fólk á nøkrum oyggjum langt úti í Atlantshavinum.
Í áttatiárunum valdaði ørskapur í bankaheiminum. Hetta var ikki nakað serføroyskt fyribrigdi. Hetta var støðan í fleiri londum. Ørskapurin endaði sum kunnugt við at fleiri bankar fóru á húsagang. Hetta gjørdi seg galdandi í Noreg, í Finlandi, Svøríki, Danmark og eisini í Føroyum. Men eitt stendur óreingiliga fast, og tað er, at í Føroyum var tað tann danski bankin, sum gekk á odda og dró føroyska kappingarneytan við sær. Danska fíggjareftirlitið, sum skuldi hava eftirlit við, at bankarnir verða riknir undir ábyrgd, svav øll hesi árini. Teir vórðu útpurraðir og fóru til verka, tá ráðagerðin hevði teirra hjálp fyri neyðini.
Sambært lógini um bankakanningarnevndina, skulu øll tey, sum sita í kanningarnevndini, ella hava við arbeiðið hjá nevndini at gera, vera óheft av teimum pørtum, ið verða kannaðir. Tann seinasta avdúkingin prógvar, at advokatskrivstovan hjá Jørgen Grønborg, sum er formaður í bankakanningarnevndini, í fleiri ár hevur arbeitt fyri Den Danske Bank, og at skrivstovustjórin hjá bankakanningarnevndini, Michael Rekling, eisini starvast á somu advokatskrivstovu og m.a. hevur hann tikið sær av rættarmálum hjá bankanum.
Tá vit hava í huga allar tær óhugnaligu avdúkingarnar, sum eru komnar í ljósmála frammanundan, verður ein freistaður at halda, at valið av Jørgen Grønborg, sum formanni í bankakanningarnevndini og Michael Rekling, sum skrivstovustjóra hjá nevndini, ikki er heilt tilvildarligt, men heldur ein roynd at fjala yvir ráðagerðina móti føroyingum, tá hendan annars kann skaða umdømi Danmarkar í altjóða høpi. Tá ketta hevur gjørt burtur av sær roynir hon altíð at skava útyvir skarnið.
Tey seinastu árini hevur ofta verið synd í føroyingum. Men í dag tykir mær størri synd í dønum. Landið, sum altíð hevur gjørt seg til talsmann fyri kúgaðar minnilutar kring heimin, er í dag undir illgruna fyri at hava rikið ein grótharðan og eirindaleysan hjálandapolitikk mótivegis føroyingum. Umdømi Danmarkar í altjóða høpi er av álvara í vanda.
Støðan er sera trupul og ringt er at vita, hvat vit nú eiga at gera, men av og á havi eg hugsað tann tankan, at vit eiga at fara til mannarættindar dómstólin í Strausburg, við áheitan um eina óhefta kanning av øllum tí, sum er hent í ríkisfelagsskapinum millum Danmark og Føroyar tey seinastu árini?
Tann 27. september 1997
Vilhelm Johannesen