Ein partur av Havnini í streymloysi

Sev veit ikki rættiliga, nær streymurin kemur aftur

Fyri eini løtu síðani misti allur vesturbýurin í Havnini streymin. Sev sigur, at tað er eitt kaðalbrek, sum er orsøkin og at arbeitt verður upp á tað, so at tey fáa streymin aftur sum skjótast. Men akkurát nær tað verður, duga tey ikki at siga.