Tað er ein av niðurstøðunum í árligu frágreiðingini hjá ES-nevndini um rættarstatin, sum varð løgd fram í dag.
Hóast Danmark enn eina ferð er millum tey londini í ES, sum standa seg best, tá talan er um rættarríkisreglur og stríðið móti mutri, heldur ES-nevndin, at framvegis eru øki, har Danmark eigur at betra seg.
Sernliga verður peikað á tær sokallaðu "svinghurðarnar" millum politisk størv og vinnulívið.
– Reglurnar um "svinghurðar" millum størv í almenna geiranum og privata geiranum eru framvegis eitt týðandi fokusøki, stendur í frágreiðingini.
Í Danmark hevur tað áður elvt til kjak, tá fyrrverandi vinnumálaráðharrin Brian Mikkelsen fór beinleiðis úr ráðharrastarvinum til starvið sum stjóri í Dansk Erhverv.
Eisini tá fyrrverandi løgmálaráðharrin Nick Hækkerup fór úr stjórnini og gjørdist stjóri í Bryggeriforeningen.
Sambært ES-nevndini eru fleiri limalond farin at herða reglurnar fyri at forða áhugamálsstríði, tá ráðharrar og onnur toppembætisfólk fara úr almennum størvum.
Í Danmark eru tó eingar ætlanir um at seta slíkar reglur í gildi, verður staðfest í frágreiðingini.
Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, sigur, at eitt sterkt rættarríki skapar álit bæði hjá borgarum og vinnulívinum.
– Rættarríkisreglan skapar álit. Álit hjá borgarunum og álit í vinnulívinum. Tað er við til at gera Evropa til besta og tryggasta staðið at búgva og gera íløgur í, sigur hon.










