Stástíð í Klaksvík 8. november

– Eitt kvøld við vælveru, shopping, mentan og gómakrási

Leygarkvøldið 8. november verður skipað fyri einum serligum tiltaki í Klaksvík, har vælvera, shopping, hugni og mentan verða sett í fokus.

 

Endamálið er at skapa eina hugnaliga uppliving fyri bæði borgarar og gestir.

 

Handlar hava opið til klokkan 24 og smærri inniligar konsertir við Bjarka Hansen og Ásu Helenu Brynjarsdóttir verða runt um í handlum. Kappingar og nógv tilboð verða eisini. 

Fylg við á visitnorth.fo og á fb

##med2##

 

Gestir kunnu millum annað:

Njóta eina lekra uppliving í vælveruøkinum í svimjihylinum

Spennandi tilboð í handlum

Njóta okkurt gott at eta og drekka á matstovum

Uppliva tónleik og list, sum seta dám á kvøldið

 

- Endamálið við tiltakinum er at savna fólk um nakað sum er hugnaligt, at møta fólki í býnum og njóta eina løtu, har angin av jólatíðini og jólashopping er í luftini, sigur Theresa Turiðardóttir Kreutzmann, stjóri á Visit North.