Demokraturin Zohran Mamdani hevur vunnið valið og verður borgarstjóri í New York.
Tann 34 ára gamli Mamdani verður sostatt ovasti politiski leiðarin í stórbýnum, sum hevur næstan 8,5 milliónir íbúgvar.
Umframt at velja borgarstjóra, skulsu veljararnir eisini skipa eitt nýtt býráð á valinum týsdagin.
Her kanst tú lesa um leiklutin hjá borgarstjóranum og býráðnum í New York City:
* Borgarstjórin í New York er stjóri í býarstjórnini, meðan býráðið virkar sum lóggevandi stovnur í býnum.
* Borgarstjórin leggur fram uppskot til býarfíggjarlógina og hevur ábyrgdina av at umsita fíggjarlógina.
* Fíggjarætlanin skal góðkennast av býráðnum, sum kann gera broytingar í henni.
* Borgarstjórin kann ikki tillaga lógir, men kann tillaga og mæla til ávís politisk tiltøk.
* Býráðið orðar lógir, sum síðani fara til almennar hoyringar, áðrenn býráðið atkvøður um uppskotini.
* Býráðið samtykkir nýggjar lógir og reglugerðir. Tær kunnu tó ikki koma í gildi, fyrr enn borgarstjórin hevur undirskrivað tær.
* Borgarstjórin kann leggja veto móti lógum, sum býráðið hevur samtykt.
* Setir borgarstjórin veto móti einum lógaruppskoti, verður tað sent aftur til býráðið. Um tveir triðingar av býráðslimunum atkvøða fyri uppskotinum - ella ímóti vetorættinum - er vetorætturin hjá borgarstjóranum avtikin.
* Borgarstjórin hevur millum annað ábyrgdina av at seta dómarar, sum viðgera revsi- og familjumál, umframt fyribils dómarar til borgarlig mál í dómstólunum í New York City.
* Borgarstjórin hevur heimild at seta og siga úr starvi leiðarar á kommunalum deildum, nevndum og kommissiónum.
* Borgarstjóri kann í mesta lagi sita tvey samanhangandi 4 ára valskeið, men kann verða afturvaldur, um hann hevur verið burtur frá borgarstjóraembætinum í minsta lagi eitt valskeið.
* Umframt at velja nýggjan borgarstjóra, skulu íbúgvarnir í New York City velja 51 limir í býráðið.
* Eins og borgarstjórin sita býráðslimirnir í fýra ára valskeið.
* Úrslitið á býráðsvalinum í New York var, at Demokratarnir fóru úr 45 sessum til 46 sessir. Republikanar fóru úr 6 sessum til 5 sessir. Talan var bert um ein sess, ið skifti flokk. Tað var District 13, sum fór frá republikanarum til demokratarnar.
Keldur: New York-stjórnin, býráðið í New York.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
/Ritzau/




















