Ein øðrvísi kapping

Við nýggju head-to-head reglunum er bogaskjóting brádliga vorðin ein munandi meira áskoðaravinarlig kapping, har dramatikkurin er í hásæti frá fyrsta til seinasta pílin

Guernsey: Tólv ørvar. Ein móti einum. Tann sum fær flestu stigini er víðari og hin er úti. Stendur á jøvnum, verður bert ein avgerandi pílur skotin.
Somikið einfalt kunnu reglurnar í nýggju head-to-head kappingini í bogaskjóting skrivast. Og fyri undirhaldið hjá áskoðarunum er talan so heilt avgjørt um eitt stig rætta vegin. Talan hevur jú í nógvar mátar verið um kapping fyri fólk við serligum alski til hesa kappingargrein, sum hava hug og stundir at fylgja við í kappingini yvir fleiri dagar, fyri at enda at kunna staðfesta, hvør tað var, sum í longdini var besti skjúttin.

Sum cup-skipan
Ítróttarliga er tann skipanin kanska eisini tann besta, tí yvir 144 pílar er tað í nógv minni mun tilvildin, sum er avgerandi fyri, hvør stendur fremst og ikki. Men tað viðførir hinvegin eisini, at tað sjáldan eru tey heilt óvæntaðu nøvnini, sum troka seg ovast á sigurspallin, tá avtornar.
Við nýggja kappingarslagnum er øðrvísi. Hetta er mest sum at sammeta við steypakapping í mun til landskapping í eitt nú hond- og fótbólti, har tað mera enn so kemur fyri, at lítlu liðini vinna á teimum stóru.
Góð dømi um hetta vóru eisini at síggja mikudagin, tá kappast var í head-to-head kappingini á oyggjaleikunum.
Besta føroyska dømið um hetta var uttan iva Rói Johannesen. Tá vanliga kappingin í var liðugt týsdagin, var hann nummar 10 í stigarøðini í Recurve. Tað merkti samstundis, at hann fekk eina lága styrksimeting mikudagin, tá skjótast skuldi av nýggjum. Tí rendi hann seg longu í fjórðingsfinaluni inn í álendska Markku Rautianinen, sum fekk silvur týsdagin, og so skuldi tú kanska hildið, at so var liðugt.
Men Rói vildi tað øðrvísi. Uttan stórvegis nervar legði hann væl frá landi, og brádliga mótstøðan tóktist at órógva álendingin. Brádliga fekk hann bert seks stig fyri tríggjar pílar, og so var lag á manni hjá Róa, sum vann sannførandi við 82-68.
Tá vit eftir hetta spurdu, um hann kanska hevði verið serliga uppsettur, tá tað var ein somikið høgt styrkismettur mótstøðumaður, sum hann hevði havt, svaraði Rógvi, at tað var tað so ikki.
- Satt at siga, so hugsaði eg als ikki um, hvørjum eg skeyt ímóti. Við vilja fór eg als ikki yvir at hyggja at, hvørjum eg skeyt ímóti. Tað er nokk ikki nakað sum loysir seg í slíkari kapping, helt hann.

Stórt trýst
Hetta avspeglar helst eisini sálarliga aspektið í hesi kappingini. Í hálvfinaluni skuldi Rói takast við skjúttan, sum gjørdist nummar sjey í vanligu kappingini. Nú vóru brádliga vónir settar til føroyska skjúttan, og so var straks verri. Tapið var púra greitt, og so skuldi skjótast um bronsu.
Her skuldi hann dystast ímóti Jim Eltome-Middlemas, sum hóast eitt 12. pláss týsdagin nú hevði bart seg millum fýra teir fremstu.
Her sá alt fyri eitt út til, at Rói var betri fyri. Eftir at trý tey fyrstu umførini á tríggar ørvar var skotið, var Rói ikki minni enn átta stig, men aftur tóktust nervarnir at spæla honum eitt puss. 18 stig av 30 var úrtøkian, og tá Meddlemas samstundis fekk 27 ? sera væl skotið - gjørdist talan altso akkurat ikki um eina sera væl komna bronsumedalju.
Sjálvur helt Rí eftir skotini, at tað var nú ikki nervarnir, sum høvdu spilt honum spælið.
- Nei, tað haldi eg ikki. Tað er bara so í bogaskjótin, at viðhvørt riggar tað og viðhvørt ikki. So má man bara vóna, at tað riggar betri hjá okkum í morgin.
Og tða er júst eisini hetta, sum ger dead-to-head sjarmerandi. Har er rúm fyri tí fulkomulga óvæntaða úrslitinum, og tað var so um reppið, at hetta betraði um føroysku heiðursmekjatøkuna.