Ein øðrvísi løta saman við bókunum

Í bókahandlinum Leikalund í Klaksvík ganga mentan og kafélív hond í hond. Her kanst tú seta teg í frið og náðum at blaða í bókunum við einum góðum kaffimunni, køkubita og eini listaframsýning afturvið

Tað eru tey trý Edward Fuglø, Nikolina Olsen og Óluvá Klettskarð, sum reka Leikalund, ið eisini eru komin við hugskotinum um at lata upp Føroya fyrstu bókakafé í hesum hugnaliga gamla handlinum úti í Klaksvík. Hugskotið hava tey gingið við leingi, og íblásturin er kanska serliga komin úr Íslandi, har stóri bókahandilin Mál og Menning er vorðin heimskendur fyri sína frálíku bókakafé beint á gongugøtuni í Reykjavík.
Gev tær góðar stundir
Leikalund er heldur ikki, sum bókhandlar flest í Føroyum. Her helt einahandilin til í síni tíð, og hølini eru í stóran mun varveitt í gamla stílinum frá 1800 talinum. Á veggunum hanga skiftandi listaframsýningar lið um lið við ein heilan heim av forvitnisligum bókum, fløgum og filmum. Her valdar eitt heilt serligt huglag, sum ger, at tú ikki hevur hug at fara út aftur alt fyri eitt, tá ørindini eru liðug. Og kanska var tað tí, fyrsti tankin um bókakaféina gjørdi vart við seg.
- Vit varnaðust rættiliga skjótt, at fólk høvdu hug at verða verandi her inni longri, enn tá tú bara ert farin inn at keypa. Tey flestu hava eisini givið sær góðar stundir at hyggja eftir málningunum, men vit høvdu eisini hug at bjóða fólki eina øðrvísi løtu saman við bókunum, siga tey trý.
Edward Fuglø leggur afturat, at hann eisini heldur tað vera tíð uppá at avmytifisera hetta at fara inn og keypa eina bók.
- Tað skal ikki vera so stívt, har tú skalt standa beint upp og niður og bara líka sleppa at nerta við bøkurnar. Fólk skulu sleppa at seta seg niður við bókunum og einum kaffimunni og slappa av, meðan tey blaða í teimum og geva sær góðar stundir at gera av, hvørja bók tey hava hug at keypa, sigur hann.
Øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið á nýgju bókakfeéini, og fólk skulu ikki setast aftur, um tey eitt nú hava barnavogn við, tí teimum er tað eisini pláss fyri. Og eisini fyri teimum, sum kanska bara hava hug at seta seg niður og práta eina løtu í hugnaliga bókaumhvørvinum við einum góðum kaffimunni og køkubita afturvið.
Bíleggja úr øllum heiminum
Er tað ein bók, tú leingi hevur sóknast eftir, men ikki finnur, er bara at spyrja bókakønu krambakvinnuna í Leikalund. Handilin samstarvar nevniliga við bókasølur kring allan heim, og tey bíleggja fegin bøkur, fløgur og filmar fyri fólk. Hetta er ein tænasta, fólk hava tikið serstakliga væl ímóti, tí handilin fær skaffað so gott sum alt eftir bert fáum døgum.
Annars hevur handilin stórt úrval av føroyskum og donskum føgrum bókmentum umframt serliga nógvar nýggjar yrkisbøkur. Mest eftirspurdu bøkurnar beint nú eru ikki óvæntað Da Vinci Mysteriet og Engle og Dæmoner eftir Dan Brown, og heilt fitt av bíleggingum liggja longu og bíða eftir nýggju Harry Potter bókini, sum kemur 16. juli. Eisini eru nógvu nýggju bindi- og matbøkurnar rættiliga væl umtóktar millum viðskiftafólk í Leikalund í løtuni.