Ein samanbering í óføri

   

So komu teir allir kropp á kroppi - eitt úrvalslið av skilafólkum so sum spinn-doktarin á Christiansborg, rithøvundurin, fólkalívsfrøðingurin og uttan iva fleiri og ikki at gloyma nøkur av fjølmiðlafólkunum, sum heldur ikki skiltu boðskapin. Heldur enn at skilja samanberingina, sum brúkt varð, so valdu tey eina aðra samanbering, sum hóskaði teimum so væl, at hon kundi brúkast afturímóti. Knappliga sóu tey eitt høvi at negla ein ávísan politikkara til krossin. Ikki fyri tað, hon segði, men fyri tað, hon als ikki segði. Tí kom Ólavur Rasmussen í tøkum tíma við sínum íkasti til kjakið, sum sambært honum sjálvum var endað í einum gruggutum dunnuhyli. Uttan at vera samdur í øllum, hann skrivar, so eigur hann tøkk fyri at hava givið orðaskiftinum eitt neyðugt "lyft" rætta vegin.

Hvørji eru politisku amboðini?
Í politikki er ikki so nógv amboð. Vit hava ikki ein fullan amboðskassa við øllum hugsandi amboðum. Vit hava bert "orðið". Vit hava talaða orðið, skrivaða orðið, og vit hava dagliga kjakið. Tí er tað so umráðandi, at orðini verða vald skilagott og við umhugsni. Tað ræður jú um at fáa onnur at taka undir við tí, tú sigur ella skrivar. Í so máta líkjast størvini, sum prestar og politikkarar hava. Amboðið hjá presti er monologurin og dialogurin millum hann og meinigheitina, og amboðið hjá okkum er monologurin og dialogurin millum okkum og veljararan.
Til tess at geva orðunum meira vekt, enn orðið í sær sjálvum hevur, so verða ymiskir hættir brúktir. Samanberingar og myndatala eru mest brúkt. Onkur oysir um seg við citatum frá kendum fólkum. Ymiskt er, hvussu hetta eydnast hjá okkum, men nakrir eru meistarar til slíkt. Eg plagi vanliga at siga, at bestu fortreytir fyri at kunnu sláa ígjøgnum í politiskum orðastríði hava fólk, sum kenna til Bíbliuna og kvæðini. Tí var tað ikki av tilvild, at Johan Nielsen var ein meistari til at frambera sín boðskap uttan mun til, um tað var í kirkju ella á politiskum fundi. Hann brúkti ofta myndir, sum vóru úr Halgubók ella úr einum kvæði.

Krøv til móttakaran
Men er røðan bygd upp um samanberingar ella myndir, so setur tað sjálvsagt eisini krøv til móttakaran. Hann má duga at skilja myndina og føra hann inn í dagsins veruleika. Uppaftur meira setur tað krøv, tá samanberingar verða gjørdar - at man ikki letur seg draga til síðis av samanberingini og letur hana einsamalla koma í fokus.

?"Samgongan stendur sum ryssa yvir deyðum fyli" merkir ikki, at samgongan er eitt ross, men at hon ikki kemur úr stað við einum máli .
?"Samgongan melur sum hundur um heitan greyt" merkir ikki, at samgongan er ein hundur, men at hon ikki torir at taka støðu til ávíst mál.

Hetta ljóðar kanska mest sum ein argumentatión hjá Erasmus Montanus, men tað er kanska neyðugt, tá hugsað verður um, hvørji íkøstini hava verið higartil.

Aktuella málið hjá Katrin
Katrin Dahl Jakobsen brúkti sína røðu um fíggjarlógina 2004 til at vísa á, at Tjóðveldisflokkurin og serliga Høgni Hoydal royndu at billa fólki ein falskan veruleika inn. Hann fyrigyklaði fólki ein bjartari veruleika enn tann, sum galdandi var. Veruleikin er bert tann eini, hóast ein samgonga og ein andstøða ivaleyst altíð vilja geva hvør sína útlegging av hesum veruleika. Tá sagt verður, at tað ongantíð áður hevur gingið so væl í føroyska samfelagnum, so má tað vera loyvt andstøðuni at mótmæla.
Hesa fyrigykling førdi hon so aftur í eitt søguligt perspektiv, har makthavarar hava brúkt somu metodu.
Til hetta brúkti hon eina samanbering við tað, sum Joseph Goebbels gjørdi, tá hann so meistarliga megnaði at halda vónina uppi hjá týska fólkinum. Goebbels, sum annars var dr. phil í søgu, varð útnevndur til propagandamálaráðharra, so hansara uppgáva var at fyrigykla fólki tann veruleika, at alt gekk so sára væl, hóast veruleikin var tann beint øvugti.
Henda samanbering hjá Katrini kann ongantíð útleggjast til, at hon hevur gjørt Høgna Hoydal til Hitler. Neyvan hevur hon so frætt sum hugsað um Hitler, tí tað var jú Goebbels, sum stýrdi týsku propagandaini. Tað kann tí vekja undran, at Hitler verður drigin fram í hesum sambandi og ikki Goebbels.
Katrin tosar um fyrigyklingina sum politikst snildi og so als ikki um tær hugsjónir, sum hasin bølmannaskarin stóð fyri. Hon tosar um politisku metoduna at fáa fólki eina aðra fatan av veruleikanum.
Men hon kundi havt brúkt so mong onnur dømi, enn tað hon brúkti.
Hon kundi brúkt kríggið í Iraq, har Bush og Blair hvør í sínum lagi royndu at billa fólki inn, at nú var avgjørt neyðugt at leypa á, tí Iraq hevði hópoyðingarvápn. Hetta hevur seinni víst seg als ikki at passa. Men tað hevði ikki merkt, at Høgni Hoydal politiskt er á linju við hvørki Bush ella Blair.
Hon kundi brúkt støðuna í gamla Sovjett, har Stalin tvingaði fólkið at trúgva einum følskum veruleika. Men tað hevði ikki merkt, at Høgni Hoydal er politiskt á linju við Stalin.
Men hon valdi at brúka tíðina í Týsklandi í 30´unum og fram til 1945, sum ivaleyst er tað mest ekstrema dømið um, at makthavarar fyrigykla fólki ein falskan veruleika. Men tað vil ongantíð verða tað sama sum at siga, at Tjóðveldisflokkurin ella Høgni Hoydal eru nazistar. Tann, sum fær slíkt burtur úr úttalilsinum hjá Katrin, er ikki komin longur enn Erasmus Montanus.

Okkara samanbretsur í seinasta valstríðnum
Ólavur skrivar í greinini, at eg skírdi hann fyri nazist á veljarafundinum í Sumba. Hetta er ikki rætt Ólavur, og tú gert teg her sekan í tí sama, sum aðrir í málinum hjá Katrini. Tú hevði í valstríðnum áður brúkt myndina um okkum javnaðarfólk, at vit vóru sum gleðisgentur. Ikki tann mest positiva samanberingin, men tú hugsaði ivaleyst um stuðulin úr danska ríkiskassanum. Síðani segði tú, at vit javnaðarfólk høvdu danskan buding í okkara æðrum. Kanska ein óskyldug mynd, men ikki fyri meg og enn minni fyri tann flokk, sum eg eri formaður fyri. Vit kenna okkum á allan hátt sum rættar føroyingar, og tín roynd var júst tann at geva fólki eina mynd av okkum sum nakrir hálvhjartaðir landsmenn.
Hetta gav mær so høvið til at siga, at hetta minti meg mest um ta tíðina í Miðeuropa í 30´árunum, tá makthavarar royndu at býta fólkið upp í tey røttu og so hini. Eg kundi havt sagt tey við budingi í æðrunum, og so hini við reinum føroyskum blóði. Men eg brúkti ongantíð orðið "nazisma" ella "nazist", hvørki um teg ella tín flokk - til tess havi eg verið ov leingi á politiska vígvøllinum. At tú gjørdist so sintur um mína samanbering hongur kanska saman við, at tú gjørdist illa við, at eg tók so harðliga til orðanna, tí ivaleyst vildi tú halda myndina upp í einum skemtiligum ljósi. Tú sigur, at onnur valevni flentu at tínari myndatalu, men eg haldi, at júst tá er ongantíð meira neyðugt at vera á varðhaldi.
Tú helt meg ivaleyst vera sera smásáran, men eg kann ikki góðtaka, at nakar setur spurning við rættin hjá okkum øllum at vera føroyingar, uttan mun til hvønn politiskan observans vit annars hava.
Annars haldi eg, at greinin hjá tær er góð. Tú livir upp til tað, eg hevði roknað við frá tær, tí eg haldi nógv av tær bæði sum menniskja og prædikumanni.

Hví fór nú alt
upp at góla?
Eg eri samdur við Eyðuni Andreasen so langt, at tað liggur eisini ein stór ábyrgd á okkara redaktørum. Men eg sigi tað út frá tí sannroynd, at í hesum aktuella føri hava teir stuðlað undir, at ein rong mynd, varð send út. Tann rætta var kanska í seinasta enda ov triviell - hon gav ikki forsíðutilfarið og øsandi yvirkskriftirnar.
Eg haldi eisini tað liggur ein stór skylda á okkara redaktørum at mótmæla, tá óvirðiligar lýsingar verða brúktar. Vit minnast øll ræðuligu lýsingina dagin fyri løgtingsvalið av Høgna Hoydal sum tann ektaði føroyingurin og Jóannes Eidesgaard og Lisbeth L Petersen sum bastardarnir.
Eg haldi eisini, at tað liggur ein stór skylda á redaktørunum at mótmæla, tá lygnin verður brúkt. Vit minnast øll herrópini valdagin og dagin fyri um, at nú var oljan funnin.
Eg haldi eisini, at tað liggur ein stór skylda á redaktørunum at mótmæla, tá ókvæmisorð sum "landasvíkjari" og "quislingur" verða brúkt eisini av tingsins røðarapalli um politisk mótstøðufólk.
Men heldur ikki tá hoyrdist eitt kis, hvørki frá fjølmiðlum, spinn-doktarum, rithøvundum ella fólkalívsfrøðingum. Miinir meg mest um støðuna hjá Martin Niemöller, har eingin var eftir at mótmæla.
Tað er jú ikki ein spurningur um, hvør sendarin ella móttakarin er, men hvat innihaldið er - ella havi eg kanska misskilt alt????

P.S. Tað hevði verið eitt hugskot at farið oman á Meiaríið og sæð sjónleikin, sum gongur í hesum døgum. Meira aktuellur enn nakrantíð.