Smederevo: Hesin dagurin var ikki sum hinir dagarnir í lívinum hjá fimm ára gamla Muzafer.
Hann hevði í eina tíð gingið í barnagarði í økinum, har hann býr. Ein deiligur og væl útgjørdur barnagarður, har hann og hini børnini hugnaðu sær hvønn einasta Guds skapta dag.
Tey gleddu seg altíð at koma í barnagarðin. Men henda dagin skuldu tey læra nakað nýtt, høvdu starvsfólkini lovað teimum dagin fyri.
Ætlanin var at børnini skuldu læra eitt orð í einum púrasta fremmandum og óskiljandi máli, sum tey tosaðu í einum landi sum lá langt burtur frá teirra Serbia.
Starvsfólkini høvdu eisini greitt teimum frá, at tey neyvan høvdu hoyrt um Føroyar áður. Tað skuldu tey nú, og skuldu haraftrat læra eitt nýtt føroyskt orð.
Starvsfólkini í barnagarðinum høvdu roynt at greitt børnunum frá, hví so var. Men tað hevði Muzafer langt síðani gloymt.
Hann fortaldi foreldrunum frá at tey skuldu gera okkurt serligt dagin eftir. Okkurt við onkrum orði, men hvat tað var og hví tað var, tað visti hann ikki.
Hann svav næstan ikki um náttina, so spentur var hann. Starvsfólkini høvdu nevniliga sagt, at hetta var nakað sum tey skuldu læra, tí hetta hevði nakað við framtíðina hjá teimum at gera.
Tað ljóðaði øgiliga spennandi, hóast Muzafer neyvan mundi vita hvat framtíðin var fyri nakað. Men spentur var hann kortini henda morgunin, hann fór í barnagarðin.
Nýtt navn
Tey møttu tíðliga henda týsmorgunin, og Muzafer sat alla tíðina og bíðaði spentur eftir, nær tey skuldu fara í holt við at læra hetta nýggja málið og orðið at kenna.
Hini børnini tóktust ikki at vera so spent sum hann. Men Muzafer fekk líkasum ikki hugsað um stórt annað enn hetta nýggja, sum tey skuldu læra.
Umsíðir, men tá var klokkan eisini vorðin næstan 9, søgdu starvsfólkini frá, at tey nú skuldu læra nakað nýtt.
Hetta var eitt nýtt orð, ella rættari eitt nýtt navn, tey skuldu læra. Navnið á einum persóni, sum kom at hava stóran týdning fyri tey øll. Navnið á einum manni, sum kom at hava ávirkan á, hvussu støðið skuldi vera í barnagarðinum. Navnið á manninum, Suna Vinther.
Tað tók ikki langa tíð hjá børnunum at læra hetta navnið. Tað lá væl á tunguni, og var lætt at frambera.
Tryggja livilíkindi
Men spurningurin var, hvat tey skuldu brúka tað til?
Jú, hevði tann eini maðurin, SR9AN, sum arbeiddi í barnagarðinum sagt. Hesin maðurin Suni - er úr Føroyum, hann er formaður í Reyða Krossi, og tað er hesin felagsskapurin sum kann tryggja hesum barnagarðinum livilíkindi í framtíðini.
Ikki nokk við tað. Hesin sami Suni Vinther skuldi nú koma at vitja barnagarðin, saman við øðrum føroyingum. Og tí skuldu børnini læra navn hansara at kenna og at úttala tað.
Ætlanin var nevniliga, at tá føroysku umboðini komu í barnagarðin, skuldu børnini rópa navn hansara so hart tey orkaðu. Hetta skuldi vera teirra vælkoma til henda mannin og fylgi hansara.
Suuuni
Nú var so hesin mikudagurin 9. november 2005 komin.
Muzafer hevði latið seg í fínastu klæðini, hann átti. Og spentur og við brosi um alt andlitið rann hann í barnagarðin henda morgunin.
Tey høvdu ikki verið leingi í barnagarðinum fyrrenn lærarin segði teimum, at nú var ein bilur á veg við Suna og hinum.
Út úr bilinum sóust nú koma fimm fremmand fólk. Og eftir eitt givið tekin, stemmaði Muzafer, saman við øllum hinum børnum í við at rópa navnið á Suna út: - Suuu-nii! Suuu-nii!
Hetta var maðurin. Og hetta vóru fólkini úr Føroyum. Nú byrjaði hann so smátt at skilja alt hetta rumsterilsið, sum hevði verið seinastu tíðina.
Hetta vóru umboðini fyri Reyða Kross í Føroyum, Formula Føroyar sum er høvuðsstuðul hjá barnagarðinum og fyri føroysku tíðindatænastuna.
Hesi fólkini sóu bara fitt út. Og kundu tey vera við til at tryggja Muzafer ein møguleika fyri framhaldandi skúlagongd, so hevði tað verðið enn betri.
Tey komu innar í barnagarðin, og settust beinanvegin hjá øllum børnunum. Ein við hvørt borðið. Muzafer var so heppin at hesin sami Suni kom at seta seg við hansara borð. Hóast hann var stórur á vøkstri, so var hann kortini á sama støði sum børnini.
Í dag skuldu tey fyrst tekna og síðani arbeiða við modellervoksi. Tað gjørdu tey so, men hesi fremmandu fólkini sum nú ikki vóru so fremmand longur, men vinir teirra hjálptu teimum íðin at arbeiða við hesum.
Jú, hesin dagurin hevði verið øðrvísi enn allir hinir. Ein góður dagur!
Heimavitjan
Hevði hesin dagurin verið øðrvísi, so varð dagurin eftir eisini ein minniligur dagur í lívinum hjá Muzafer.
Hesir fimm føroyingarnir vístu seg at vera sera vinarligir og fyrikomandi, og tóktust bara vilja Muzafer og øllum hinum børnunum tað besta.
Tað var tó serliga tann eini - ella rættari sagt: tann eina - av hesum fremmandu, sum hann fekk tokka til: Ein blíð, vinarlig og sera virkin kvinna við ljóstlitaðum hári.
Hann hevði sæð hana tann dagin, tá Suni kom á vitjan, men í øllum ganginum og stákanini hevði hann valla lagt merki til hesa kvinnuna. Men hon hevði lagt merki til hann.
Tá Muzafer fór úr skúlanum henda dagin hevði hann fingið eini boð heim við til foreldrini og hini í húsinum. Henda føroyska kvinnan og ein blaðmaður vildu fegin koma á gátt hjá teimum næsta dag hósdagin.
Hann fekk ikki alt við, sum tey søgdu honum, men tíbetur arbeiddi omma hansara við at vaska í barnagarðinum. Hon hevði eisini fingið hetta at vita, soleiðis at tey har heimi kundu vera so væl fyrireikað uppá hesa vitjanina sum gjørligt.
Muzafer visti tó, at hetta fór at gerast ein øðrvísi vitjan. Tí tey, heima hjá honum, høvdu so aldrin áður havt vitjan úr Føroyum, tað sum hann visti um.
Málleysur
Tá hann var liðugur í barnagarðinum skundaði hann sær heim. Hann sansaði hvørki hini børnini ella vinmenn sínar á leiðini. Nú ráddi bara um at skunda sær heim at siga hinum frá tí, sum skuldi henda dagin eftir.
Hann fekk tó sagt besta vinmanni sínum - Suleman - frá at hann mátti skunda sær, tí at hann hevði eini týdningarmikil boð til mammu og pápa sínum.
Suleman helt at hetta ljóðaði øgiliga spennandi, men fekk ikki fatur á Muzafer, tí hesin hevði slíkan skund. Hann ætlaði at spyrja hann, hvat var á vási, men tað var ikki hugsingur um slíkt, tí slík ferð var á vinmanninum.
Muzafer skundaði sær heim, og fekk næstan ikki orðið upp sum hann tivaði. Hann royndi at siga fram tað, sum hann var biðin um, men mamma hansara skilti púrt einki av tí, hann segði:
- Vitjan. Suuuni. Heim í morgin. Føroyingar. Mynd.
Meiri fekk hon ikki úr honum, so algoystur var hann. Mamman, Sabina bað hann seta seg niður eina løtu og renna møðina av sær. Og so fekk hon søguna um henda serstaka skúladagin, sum als ikki hevði verið sum hinir.
Heppin næmingur
Mamman sat stillisliga á sofuni í stovuni og lurtaði eftir tí hann segði.
Her var so nógv at siga frá, tí hetta hevði verið ein so spennandi dagur, og sum hevði kravt so nógva orku av øllum.
Hann náddi ikki at siga frá øllum, tí hann sovnaði í sofuni áðrenn hann var heilt liðugur.
Ein tíma seinni vakti mamma hansara hann, og segði at Suleman var komin at spyrja eftir honum.
Suleman hevði súkkluna við, og hana plagdu teir at skiftast um at brúka.
Muzafer reyk á føtur, og skundaði sær út. Har stóð súkklan og har stóð Suleman.
Men fyrst mátti hann enn einaferð greiða frá øllum tí, sum hann hevði upplivað í skúlanum í dag. Og frá tí, sum skuldi henda í morgin.
- Tú ert so heppin, at tú sleppur í skúla, og kanst uppliva alt hetta. Eg vildi so fegin sloppið í skúla eisini, men vit hava ikki ráð.
- Kanska eg sleppi einaferð seinni, sigur Suleman. - Men kom, nú fara vit at súkkla!