Teir sjey, nýklaktu pedagoghjálpararnir eru, frá vinstru: Elsbet Klakstein Klaksvík, Michella Evely Poulsen Tvøroyri, Heidi Eyðunsdóttir Kjærbo Vágur, Sára Weihe Hósvík,  Jórun Olevina Poulsen Vágur, Lis Egholm Saltangará og Gunnvør Isaksen Klaksvík

Ein søgulig hending í Suðuroy

Hetta eru tey fyrstu, sum taka prógv í Føroyum

Teir sjey, nýklaktu pedagoghjálpararnir eru, frá vinstru: Elsbet Klakstein Klaksvík, Michella Evely Poulsen Tvøroyri, Heidi Eyðunsdóttir Kjærbo Vágur, Sára Weihe Hósvík,  Jórun Olevina Poulsen Vágur, Lis Egholm Saltangará og Gunnvør Isaksen Klaksvík

Í dag hava sjey kvinnur tikið prógv sum námsfrøðihjálpari á Heilsuskúlanum í Suðuroy. Tey eru søgulig, tí hetta er fyrstu ferð, at nakar fær hesi prógvini í Føroyum yvirhøvur. Hetta er ein útbúgving, sum er sett á stovn í eini roynd at bøta um starvsfólkatrotið á dagstovnaøkinum. Vivie Davidsen, skúlastjóri, sigur, at hesar byrjaðu á skúlanum fyri tveimum árum síðani. Fyrst gingu tey eitt hálvt ár í skúla og síðani vóru tær í starvsvenjing í 18 vikur. So aftur á skúlabonk í tríggjar mánaðir í skúla og so aftur 20 vikur í starvsvenjing, áðrenn tær nú fingu prógvið.

Í fjør var eisini ein flokkur av tikin inn at lesa til námsfrøðihjálpara og í honum eru 10 næmingar, og nú verður ein flokkur tikin inn, og tað verða eisini 10 næmingar í honum. Skúlastjórin sigur, at nú bíða tey eftir at ein skipan verður sett í verk, har tey kunnu fáa løn undir útbúgving. Hon sigur, at fyrrenn tað verður sett í verk, verða tað nógv, sum ikki hava ráð til at fara undir útbúgvingina, helst tey, sum hava hús og heim. Annars hava tey pláss fyri 24 lesandi í hvørjum klassa, men stjórin væntar ikki, at tað ber til at fáa næmingar í stórum tali fyrr enn skipanin við løn undir útbúgving verður sett í verk.

Men hon sigur, at eitt, sum stendur ovarliga á teirra ynskilista er at fáa eitt næmingaheim, tí tað hevði gjørt tað munandi lættari hjá teimum lesandi.