Summi fata ikki, hvat er so spennandi við honum, og onnur dyrka hann sum ein avgud. Tey flestu hava eina meining um Bob Dylan, og tey, sum ikki fjeppast uppi í honum, troyttast mest av røddini, tí sermerkt er hon. Hann drynjar, tá hann syngur, og livir ikki heilt upp til øll vakurleikakrøv, tá um sang umræður. Men Bob Dylan er Bob Dylan. Hoyrir tú hann, veitst tú, hvør syngur, og lesur tú hansara tekstir, kanst tú undir ongum umstøðum avnokta, at maðurin er eitt skaldsligt flogvit. Tað sigst eisini, at intellektuellir menn yvir 35 ár eru hansara størsti fjepparaskari.
Bob Dylan hevur havt ovurstóra ávirkan á sangskriving og tónleik seinastu 50 árini. Hvør einasti sangskrivari í heiminum hevur skeitt at, hvussu hann gjørdi, og so mætir sangskrivarar sum John Lennon, Paul McCartney, Neil Young, Bruce Springsteen, David Bowie, Cat Stevens og Tom Waits hava viðurkent, at Bob Dylan ávirkaði teir nógv. Tá beatlarnir vóru komnir fram í 1964, hittu teir Bob Dylan, og Dylan segði við John Lennon: »Listen to the words, man!« Hetta ávirkaði Lennon til at fara at skriva djúpri tekstir, enn hann frammanundan hevði gjørt.
Tann stóra fyrimyndin
Sagt er um Bob Dylan, at hann var nýskaparin, sum vísti, hvussu tekstur, lag, álvarsemi, dýpd og spiritualitetur eiga at verða sett saman í einum sangi. Nógvir einstaklingar og bólkar hava sungið hansara sangir, og øll, sum læra seg at spæla guitar, kenna sangir sum »Blowin' in the Wind« og »The Times They Are a-Changin'.« Tá Bob Dylan av álvara kom fram í 1963, varð hann beinanvegin útnevndur at vera forsprákarin hjá teimum ungu, ið gjørdu uppreistur ímóti foreldrunum og stirvnum samfelagsskipanum. Tað dámdi honum onki, men hann var tann, sum bað foreldrini lata vera við at finnast at tílíkum, tey ikki høvdu skil fyri, so forsprákari var hann.
Bob Dylan varð føddur 24. mai í 1941 í Minnesota í USA. Foreldrini vóru jødar, og Robert Allen Zimmerman lurtaði nógv eftir útvarpi, tá hann var lítil. Í skúlanum royndi hann at stovna ymsar tónleikabólkar, og í 1959 skrivaði hann í eina skúlaársbók, at hansara størsti dreymur var at elta slóðina hjá Little Richard. Rokktónleikur var tó ikki nóg mikið fyri hann, ásannaði hann seinni. Rokksangir vóru góðir, tí rútman var góð og niðurlagið fangandi, men ov lítið álvarsemi var í sangunum. Í fólkatónleiki var nógv álvarsemi, kenslurnar vóru djúpar, og hugleiðast kundi um lagnuna. Tað dámdi honum betur.
Hansara størsta tónleikliga hetja var amerikanski fólkasangarin, Woody Guthrie. Robert Johnson og Hank Williams lurtaði hann eisini nógv eftir, men Woody Guthrie var ein so stór hetja í hansara verð, at hann í januar 1961 fór til New York at hitta Gutrie, ið lá álvarsliga sjúkur á sjúkrahúsi. Bob Dylan segði um sangirnar hjá Guthrie, at teir lýstu væl tað at vera menniskja og umboðaðu ta veruligu amerikonsku sálina. Bob Dylan svór, at hann skuldi gerast tann størsti lærusveinurin hjá Woody Guthrie, og sigast má, at tað eydnaðist. Eisini eydnaðist Dylan at hitta Guthrie á sjúkrahúsinum. Guthrie varð føddur í 1912 og doyði í 1967.
Svarið feyk í vindinum
Frá februar 1961 spældi Bob Dylan á ymsum spælistøðum í Greenwich Village. Í september fekk hann eitt ummæli í New York Times, og hetta var eitt tað fyrsta, almenningurin frætti um hann. Um sama mundið spældi hann munnhørpu á eini plátu hjá Carolyn Hester, og tá legði framleiðarin, John Hammond, merki til hansara. Í oktober 1961 fekk hann ein plátusáttmála við Columbia Records. Plátan varð seld í 5.000 eintøkum og mól akkurát runt, men vakti ikki ans, og fleiri mæltu tí John Hammond til at sleppa sær av við Dylan.
Í 1962 fekk Bob Dylan sær formliga navnið Dylan at heiðra rithøvundan Dylan Thomas, ið hann var nógv ávirkaður av. Hetta árið fekk hann eisini umboðsmann, Albert Grossman. Hesin Grossmann sat ikki væl um sátt við John Hammond, og nýggjur framleiðari gjørdist Tim Wilson. Tá plátan The Freewheelin' Bob Dylan kom út í mai 1963, var hann longu vorðin kendur nógvastaðni sum sangari og sangskrivari. Á teirri plátuni vóru m.a. »Blowin' in the Wind« og »A Hard Rain's a-Gonna Fall.« Eftir hetta gjørdist Bob Dylan kendur um allan heim og varð róptur forsprákari fyri sítt ættarlið.
Kendir sangarar sungu sangirnar, sum Bob Dylan gjørdi. Pete Seger, Joan Baez, Peter, Paul and Mary, The Byrds, The Hollies, Manfred Mann og Sonny and Cher vóru millum teirra, sum gjørdu sangirnar uppaftur kendari, og so væl eydnaðist teimum at gera hetta, at plátufelagið hjá Bob Dylan mátti minna lurtararnar á, at ongin sang Bob Dylan so væl sum Bob Dylan. Og stórur var hann vorðin. Saman við Joan Baez sang hann á víðagitna mótmælisfundinum í Washington 28. august í 1963, tá Martin Luther King helt sína kendu røðu um stóra dreymin, hann hevði.
Tíðirnar broytast
Um hetta mundið kom so triðja plátan, The Times They Are a-Changin'. Hon gjørdi hann uppaftur kendari, og boðskapurin í heitislagnum rakti seymin á høvdið um hetta mundið. Martin Luther King skipaði fyri sínum mótmælisgongum, og John F. Kennedy legði fram lógaruppskot, ið skuldu koma rasuskilnaðinum í USA til lívs. Tíðirnar broyttust við miklari ferð, og síðan hesin sangurin kom fram, hava aðrir sangskrivarar kopierað boðskapin og lagið óteljandi ferðir. Í ævir fer sangurin at standa sum ein tíðarleysur boðskapur um broytingartíðir. Lær teg at svimja, annars søkkur tú!
Hóast Bob Dylan hevði hildið, at ov lítið álvarsemi var í rokktónleiki, ávirkaðist hann nógv av elektriska ganginum og huglagnum, sum eitt nú The Beatles skapti. Ein søga er um, tá hann hoyrdi »I Wanna Hold Your Hand,« sum beatlarnir løgdu USA fyri sínar føtur við í 1964. Hann leyp úr bilinum og segði: »Did you hear that? That was fuckin great! Oh man!« Seinni frætti hann, at átta av tíggju sangum á topp 10-listanum vóru Beatles-sangir. Hann visti tá, at hagar beatlarnir fóru, fór eisini tónleikurin. Teir skrivaðu sangir sum ongin annar og sungu sum ongin annar, segði hann.
Beatlarnir vóru helst høvuðsorsøkin til, at Bob Dylan keypti sær ein elektriskan guitara, so hann kundi fáa eitt harðari ljóð. Á sumri í 1965 spældi hann á Newport Folk Festival við bólki og elektriskum ljóðførum. Summi fagnaðu honum, men mong vóru vónbrotin av, at teirra hetja við kassaguitara og munnhørpu stóð og helt ein øgiligan gang við elektriska guitaranum, og mannamúgvan háðaði hann. Tá teir høvdu spælt tríggjar sangir, fór hann av pallinum. Alt hetta er væl lýst í filminum »No Direction Home« hjá Martin Scorsese um Bob Dylan.
Nógv viðurkendur
Hvussu var og ikki við tí eletriska, so helt hann fram at gera góðar sangir, m.a. »Mr. Tambourine Man« og tann kanska týdningarmesta sangin, hann nakrantíð hevur skrivað, »Like a Rolling Stone,« ið varð útgivin sum staklag í juli 1965. Hesin sangurin er meira enn eina ferð kosin sum tann besti sangurin, ið yvirhøvur er gjørdur, m.a. í blaðnum Rolling Stone, sum í 2004 gjørdi ein lista við 500 teimum bestu sangunum nakrantíð. Her var »Like a Rolling Stone« nr. 1, »Satisfaction« hjá Rolling Stones nr. 2 og »Imagine« hjá John Lennon nr. 3. Millum 10 teir bestu sagirnar vóru eisini »Hey Jude« hjá Beatles, »Smells Like Teen Spirit« hjá Nirvana og »Good Vibrations« hjá Beach Boys.
Rolling Stone hevur skipað fyri mongum atkvøðugreiðslum av hesum slagnum, og tá blaðið skuldi gera av, hvørjir tónleikarar høvdu verið teir týdningarmestu nakrantíð, endaðu The Beatles nr. 1, Bob Dylan nr. 2 og Elvis Presley nr. 3. Bob Dylan er eisini ovarliga á listanum yvir bestu sangarar nakrantíð, nr. 7. Hann hevur fingið nógvar aðrar stórar viðurkenningar og útgivið ein hóp av plátum, sum ikki eru nevndar her. Men tað var í 60'unum, at hann staðfesti sítt navn og sín stóra týdning, og tí hevur hendan greinin snúð seg um júst tað tíðarskeiðið. Um tíðina við The Band, um tá hann gjørdist ein endurføddur kristin o.s.fr., kann lesast um í bókum og á netinum.