Ein tikin fyri rúsdrekkakoyring

Løgreglan tók í nátt ein bilførara fyri rúsdrekkakoyring

Tá løgreglan í nátt gjørdi grein 13 kanning á Skálafjørðinum var ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring.

Hann varð tí handtikin og førdur á Landssjúkrahúsið, har ein blóðroynd varð tikin.

Síðani varð persónururin leyslatin aftur.

Nú verður so bíða eftir blóðroyndini at vita, hvussu leikur víðari ferð í rættarskipanini.

Annars hevur tað verið eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni.