Tá Marius Kryger Lindh í 70. minutti økti til støðuna 2-0 til NSÍ í útidystinum móti FC Koper í Slovenia í øðrum undanumfarinum í Conference League, var talan um eina serliga hending, ið ikki er komin fyri í evropeiskari felagskapping í fótbólti síðani 1963.
25. september skoraði norðurírski leikarin, Jimmy Hasty sum spældi við írska liðnum, Dundalk FC í 2-1 útisigrinum hjá Dundalk á sveisiska liðnum, FC Zürich í Europa Cup kappingini fyri meistaralið.
Tað serliga við Jimmy Hasty, ið livdi millum 1936 og 1974 var, at hann hevði bert ein arm og var av fjepparunum nevndur: "The One-Armed Wonder".
Marius Kryger Lindh er tann fyrsti fótbóltsleikarin við bert einum heilum armi síðani Jimmy Hasty, ið fremur hetta roysnið í einari evropeiskari felagskapping í fótbólti: at skjóta eitt mál í einum dysti í einari evropeiskari kapping fyri felagslið
27 ára gamli Marius Kryger Lindh hevur roynst bæði AB, B36 og NSÍ væl síðani hann kom til Føroya at spæla fótbólt í 2022. Í 2024 var Marius ársins leikari í B36.
##med2##
Jimmy Hasty (1936-1974)












