Tað skrivar RÚV.
Sambært Landhelgisgæsluni verður Bandero nú sleipað til Reykjavíkar.
Aðgerðin varð tikin, eftir at manningin á hvalaveiðuskipinum Hvali 9 bað um hjálp, tí hon metti trygdina vera hótta.
Landhelgisgæslan sigur eisini, at skiparin á Bandero fleiri ferðir noktaði at fylgja boðum frá myndugleikunum.
Fyrr hóskvøldið boðaði Paul Watson-felagsskapurin frá, at Bandero hevði siglt á Hval 9. Felagsskapurin segði samstundis, at hvalaveiðuskipið hevði steðgað veiðuni og vent aftur til havnar.
Landhelgisgæslan hevur váttað, at Bandero nærkaðist Hvali 9 og royndi at forða skipinum, men hevur ikki váttað, at skipini stoyttu saman.
Sambært Landhelgisgæsluni fór Bandero inn um 12 fjórðinga markið kring Ísland um seks tíðina hóskvøldið. Manningin fekk boð um at fara úr íslendskum sjóøki, men fylgdi ikki boðunum.
Ein tyrla hjá Landhelgisgæsluni royndi síðani uttan úrslit at fáa skipið at broyta kós. Seinni kom varðskipið Freyja á staðið, og skiparin fekk boð um at steðga motorunum, men sambært Landhelgisgæsluni varð heldur ikki tað boðið fylgt.
Síðani vórðu serdeildir hjá íslendsku ríkisløgregluni fluttar við tyrlu umborð á Freyju, meðan serligar deildir hjá Landhelgisgæsluni fóru út við skjóttgangandi bátum.
Um miðnátt fór løgreglan umborð á Bandero, handtók skiparan og tók ræðið á skipinum.












