Tað var ein fegin høvuðsvenjari Youtube-rásin hjá Motherwell FC fekk orðið á aftaná 3-0 - og samlaða 5-0 - sigurin hjá Motherwell á HB á Tórsvølli ígjár.
Svenski høvuðsvenjarin, Alfred Johansson fegnast um, at tað eydnaðist so tíðliga í dystinum at fáa tamarhald á gongdini, og hann fegnast um ta spæligleðina hansara leikarar vísa.
Hann er eisini sera fegin um teir 130 fjeppararnar hjá Motherwell, ið vóru til dystin. Men hann er ikki serliga hugtikin av stuðlinum HB fekk frá sínum fjepparum.
Alfred Johansson heldur, at tað kendist sum ein heimadystur hjá Motherwell, har teir vóru ótrúliga væl stuðlaðir av sínum fjepparum. Alfred Johansson segði seg ikki hoyra nakað frá føroysku áskoðarunum.
HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna Youtube-rásin hjá Motherwell FC gjørdi við Alfred Johansson aftaná 3-0 sigurin á Tórsvølli:
##med2##











