Tað hevur elvt til nakað av ónøgd, serliga í ítróttarumhvørvinum, at in.fo bar tíðindini um, at Ítróttarhøllin á Hálsi ikki lýkur altjóða krøv. Avleiðingin er, at Hondbóltssamband Føroya má søkja um undantaksloyvi at skipa fyri altjóða kappingum og landsdystum sum nú er, og líkt er til, at slík undantaksloyvi ikki fara at vera givin í framtíðini.
Tí eru mong sum halda, at tað er ov vánaligt, at Tórshavnar kommuna útbyggir høllina fyri tíggjutals milliónir, uttan at tryggja sær, at útbyggingin er nóg góð.
Men í Tórshavnar kommunu siga tey, at tað ongantíð var málið, at høllin skuldi lúka strangastu altjóða krøvini.
- Tá tilgongdin til útbyggingina av nýggju høllini byrjaði í 2015, høvdu vit fund við ítróttarfeløgini í Havn, og teirra allarfremsta ynski var at fáa fleiri vallir at venja á, so at tey kundu fáa fleiri hallartímar í part, sigur Sigurð Ó. Vang, mentanarleiðari í Tórshavnar kommunu.
Hann greiðir frá, at hetta gjørdist fremsta málið hjá kommununi á ítróttarøkinum. Samstundis sum útbyggingina av ítróttarhøllini á Hálsi, sum bleiv víðkað frá hálvaaðrari høll til dupulthøll, setti kommunan í gongd eina víðkan av ítróttarhøllini í skúlanum á Argjahamri.
Les eisini Lýkur ikki altjóða krøv
Afturat teimum kemur ein nýggj ítróttarhøll í skúlanum á Fløtum, eins og at ítróttarfeløgini væntandi sleppa at brúka ítróttarhøllini í Glasi, tá hon er liðug.
- Allar hesar útbyggingarnar gera, at innandura liðítróttirnir í Tórshavnar kommunu hava fingið nógv fleiri hallartímar at býta millum sín. Bara útbyggingirnar á Hálsi og á Argjahamri hava økt kapasitetin við 70 prosentum, sigur Sigurð Ó. Vang.
Tað eru serliga flogbólturin og hondbólturin, sum fáa betri gagn av nýggju dupulthøllini, men aðrar ítróttargreinar hava eisini fingið betri innivist, eitt nú boksing, sum hevur vant í Tekniska Skúla í Marknagili og judo og borðtennis, sum bæði vandi í Eysturskúlanum, í auluni og ítróttarhøllini. Allar tríggjar ítróttargreinarnar eru fluttar í kjallaran í høllini á Hálsi og venja nú lið um lið.
Sigurð Ólason Vang sigur, at gaman í førdi Hondbóltssamband Føroya fram eitt ynski um at gera ein tjóðarleikvøll, sum kundi hýsa altjóða kappingum og dystum.
- Okkara metingar vístu, at ein slík høll fór at kosta umleið 100 milliónir krónur. Útbyggingin av høllini her, um vit ikki telja kjallaran og p-plássini uttanfyri við, kostaði 30 milliónir krónur. Hitt hevði verið ein ov stór íløga fyri Tórshavnar kommunu í løtuni, og hevði heldur ikki uppfylt ynski hjá feløgunum um fleiri hallartímar, sigur hann.
Hann vísir kortini á, at hóast høllin ikki livir upp til strangastu altjóða krøvini, so eru umstøðurnar til dystir nógv batnað, millum annað eru umstøðurnar hjá áskoðarum nógv batnaði, eins og at pláss er fyri nógv fleiri áskoðarum til størstu dystirnar.
- Vit skulu eisini minnast til, at tað væntandi einans eru A-landsdystir í hondbólti hjá monnum, sum ikki kunnu spælast her longur. Til aðrar kappingar lýkur hølllin øll krøv, ella í øllum førum somikið, at gjørligt verður at fáa undantøk, sigur Sigurð Ó. Vang.
Les meiri um nýggju høllina á Hálsi og framtíðar ætlanirnar hjá Tórshavnar kommunu í Vikuskiftissosialinum.