Ein túr í brummuna og 3.000 kr í bót fyri slagsmál

Annars hevur verið sum heild friðarligt hjá løgregluna

Í nátt hevur løgreglan koyrt ein fullan mann til hús, annars hevur tað verið eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni.

Men um áttatíðina gjáramorgunin varð løgreglan boðsend, tí ófriður var í býnum. Tað vísti seg at vera eitt slagsmál. Ein persónur varð handtikin og settir í brummuna.

Ham varð seinni í gjár leyslatin og skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar. Hann fekk tað størru bótina fyri tað, sum er 3.000 krónur.

Nakað av vindi var í gjár, og tá fráboðanirnar til løgregluna hæsaðu av vóru tær 35 tilsamans.