Ein undirhaldandi og spennandi vika

Aftur í heyst verður skipað fyri vinnustevnuni FaroExpo og Mentanarviku í Runavíkar kommunu. Hetta er soleiðis triðja árið á ráð, at hesi tiltøk verða hildin í kommununi

Runavík

 

Fysiski karmurin um vinnustevnuna FaroeExpo, sum verður í døgunum 29. oktober til 1. november, er Ítróttarhøllin í Runavík. Sjálvur ráðstevnuparturin við fyrilestrum verður hildin í Kelduni í Skálafirði.

Mentanarligu tiltøkini, sum verða í kommununi í døgunum 28. oktober til 4. november, verða av ymiskum slagi og á ymiskum støðum kring um í Runavíkarøkinum.

Í Runavíkar kommunu siga tey, at talan verður um eina undirhaldandi og spennandi viku, bæði hjá almenninginum og hjá teimum fyritøkum, sum luttaka á Faroexpo.

- Hetta verður ein rættur blandingur av mentanarligum undirhaldi og fakligum innihaldi.

FaroExpo og Mentanarvikan tilsamans er eitt rættiliga stórt tiltak.

- Vinnustevnan vendir sær til føroyskar og útlendskar vinnufyritøkur og feløg, ið fáast við – ella ætla sær í holt við – útflutning og møguligt samstarv innan útflutning.

Tey, sum standa aftanfyri tiltøkini, siga, at FaroExpo er eitt gott høvi hjá føroyskum fyritøkum at hittast og byrja samstarv, sum kann økja um teirra møguleikar á heimliga og altjóða marknaðinum.

Vinnustevnan verður eins og undanfarin ár skipað sum sonevnd “partnariat” í Ítróttarhøllini í Runavík.

- Mannagongdin fyri slíka skipan er, at luttakararnir – áðrenn stevnan byrjar – hava ynskt at hitta aðrar luttakarar á skipaðum fundum, sum verða hildnir innanfyri eitt avmarkað tíðarskeið á einum stevnubási.

Á FaroExpo verður eisini skipað fyri eini røð av fyrilestrum, og hesir eru almennir.

Tað er sum nevnt Ítróttarhøllin í Runavík, ið verður fysiski karmurin um sjálvan vinnustevnupartin, meðan Keldan í Skálafirði eins og undanfarin ár verður karmurin um ráðstevnupartin.

Virkisráðgevingin í Saltangará er høvuðssamskipari av FaroExpo og Mentanarvikuni, og hetta verður gjørt í samstarvi við Kunningarstovuna í Saltangará og Runavíkar kommunu.