Ein viðmerking til hondbóltskappingina á Skála leygardagin 20. mars ´99

Hondbóltskappingin er nú um at vera liðug, og hevur tað fyri meg sum venjara, hjálparfólk og áskoðara verið ein spennandi og undirhaldandi kapping.

Hondbóltur er ein ítróttargrein, sum er sera áskoðaravinarlig, og hava nógv fólk vitjað hallirnar í vetur. Hetta er bert at gleðast um hjá øllum teimum, sum á ein ella annan hátt eru tengd at hondbóltinum. Eri júst afturkomin úr høllini á Skála eftir ein sera spennandi og góðan dyst millum mansliðini hjá strandingum og vestmeningum.

Høllin varnæstan fullsett, og fyri okkum her á vestara armi á Skálfjørðinum gjørdist dysturin serliga undirhaldandi, tí StÍF vann 28-24. Tó er tað ikki um henda dystin, eg ætlaði at skriva um.

Leygardagin skipaði StÍF eftir áheitan frá hondbóltssambandinum fyri endaumfari og finalum á Skála fyri tey 10 og 12 ára gomlu. Kappingingekk væl, og heilt fitt av áskoðarum vóru til dystirnar, ikki bert áskoðarar hiðani, men eisini úr Havn, Hoyvík, Vestmanna, Klaksvík og Sandavági. Helst vóru hetta foreldur, sum komu at fylgja sínum børnum og sum viðhaldsfólk róptu tey sjálvandi á sítt lið.

Soleiðis eigur tað at vera, tí hetta ber í sær góðan stemning í høllini, og spælið gerst undirhaldandi.Teir flestu hondbóltsdystirnir vera avgreiddir í besta ítróttaranda, og soleiðis var eisini henda dagin, men tað vóru tó serliga tvær hendingar, sum gjørdu, at eg ikki kundi lata vera við at skriva hesar reglur. Hendingar, har tilkomið fólk ikki dugdu vanligan fólkaskikk. Annar tilburðurin var, tá eitt lið hjá Neistanum og eitt hjá Stjørnuni leiktu. Ein av leiðarunum hjá Stjørnuni stóð úti á síðulinjuni, og allatíðina stóð hann og bannaði inn á leikararnar - eisini sínar egnu - og ikki minst inn á dómararnar.

StÍF hevði fingið 4 dómarapør at dømadystirnar, sum vardu frá klokkan 09.30 til klokkan 17.00, og komu dómararnir væl frá hesi uppgávu, hóast teir sjálvandi hava gjørt onkrar feilir. Venjarar og áskoðarar hava mangan tann løgna eginleika bert at fokusera á feildømingarnar, men duga ikki at síggja dómaraavrikið sum eina heild. Men so aftur til stjørnuvenjaran.

Eftir áhaldandi kjaftaslit frá venjaranum, góvu dómararnir honum ávaring, og skuldi tú trúð, at hann so tók tað til eftirtektar og tagdi, men hann bleiv við, og gjørdist so mikið grovur, at dómararnir høvdu einki annað val enn at vísa honum úr høllini. Ein sera keðilig hending, sum ikki á nakran hátt eigur at koma fyri, og avgjørt ikki tá talan er um dystir hjá tíggju-tólv ára gomlum børnum.

Hin hendingin var í sambandi við dystin hjá teim 10-ára gomlu gentunum. Neistin kom til kappingia sum vanligt við fleiri liðum, og áhugavert er at síggja, hvussu nógv Svanna og hinir neistavenjararnir fáa burtúr, tí øll liðini leika góðan hondbólt. Fleiri neistaviðhaldsfólk vóru á Skála henda dagin, og royndu sum frægast at stuðla sínum liðum, men aftur her var tað ein - hesaferð ein áskoðari, og eg giti, at hann var pápi at onkrum leikara - sum vísti ein sera vánaligan ítóttaranda.

Dysturin stóð sum nevnt millum VÍF og Neistan, gentur 10 ár. VÍF var betra liðið, og serliga var tað ein av vestmannagentunum, ið skaraði famúr. Óivað besti leikari í síni deild. Hetta toldi hesin áskoðarin ivaleyst ikki, so tá hendan gentan einaferð fer í álop, rópar hann hart, so tað hoyrdist umalla høllinia. »Steðgið hasi reyðhærdu merini!!!« Slíkt er so burturvið, at maðurin burdi verið blakaður úr høllini við brestin, men hetta bleiv tíverri ikki gjørt.

Eg nevni hesar hendingar, tí møguliga ávirkar tað hesar persónar, so teir bera seg betur at eina aðru ferð, tí annars eiga teir ikki møta upp til ítróttakappingar. Tað verður sagt og er helst eisini so, at børnini síggja upp til síni foreldur og sínar venjarar, men eg havi tað vón og tað álit á teim ungu leikarunum, at ikki hesar óhepnu hendingarnar á Skála hendan dagin verða teimum til fyrimyndar.


Petur Jákupsson