Ein virkin og álítandi starvsfelagi

- Hann hevur røkt kavaruddingina hesi árini og hevur lagt nógv arbeiði í at tryggja góðar umstøður fyri borgarar og ferðslu

 

- Í mai í ár vóru liðin 15 ár, síðan Karstin S. Wang varð settur í starv hjá Kvívíkar kommunu. Hesi árini hevur hann verið ein virkin og álítandi partur av arbeiðstoyminum hjá kommununi.

 

Soleiðis siga tey í Kvívíkar kommunu.

 

- Millum annað hevur Karstin S. Wang røkt kavaruddingina øll hesi árini og hevur lagt nógv arbeiði í at tryggja góðar umstøður fyri borgarar og ferðslu.

 

Sagt verður, at gjøgnum sítt langa starv hevur hann eisini fingið eina breiða og virðismikla vitan um tey mongu arbeiðini, ið hoyra til arbeiðið sum kommunumaður.

 

- 15 ára starvsdagurin varð hátíðarhildin við hugnaligari løtu fyri starvsfeløgum og nærmastu familjuni á skrivstovuni hjá kommununi.

 

Borgarstjórin í Kvívíkar kommunu, Hans Jóhann Sørensen, segði nøkur orð við høvið, og hann handaði Karstini eisini blómur og gávu.

 

- Vit takka Kastin fyri trúgva tænastu og góð arbeiðsavrik gjøgnum hesi 15 árini, og vit ynskja honum hjartaliga tillukku við starvsdegnum, verður lagt aftrat.