Nógv fólk høvdu leitað sær í ítróttarhøllina á Skála leygarkvøldið, tá faðir og dóttir, Jens og Kristel Lisberg, høvdu contrykonsert har
Um 1000 fólk høvdu leitað sær í vakurt prýddu høllina á Skála leygarkvøldið, tá Jens Lisberg og dóttir hansara, 14 ára gamla Krystel, førdu fram einastandandi vøkru contry sangir sínar.
Tá konsertin var lýst at byrja, høvdu nærum øll fingið sess. Í Føroyum er vanligt, at tiltøk byrja ov seint, og hetta kvøldið var einki undantak í so máta. Hetta er ein trupulleiki hjá okkum, sum vit mugu royna at sleppa okkum av við.
Frøi fyri oyra
Men tá ein avslappaður og djúprøddaður Jens Lisberg kom á pallin, var alt sum blást burtur. Saman við Ólavi Øster, Arnbjørn Sivertsen, Magnus Johannesen, Rógvu á Rógvu og Jákup Zachariasen, hevði Jens nakrar av okkara bestu tónleikarum við sær á pallin.
Kórgenturnar settu sín heilt serstaka dám á konsertina, hóast tær vóru nakað veikar í byrjanini. Tá mikrofonirnar vóru rættaðar komu teirra røddir til sín rætt, og tær høvdu sanniliga einki at skammast yvir.
Tað var eisini ein uppliving at hoyra Jens syngja saman við beiggja sínum, Marna. Teirra sangur ljóðaði væl og røddirnar sita væl saman.
Tað var eisini ein frøi fyri oyra, at hoyra tey trý, Jens, Kristel og Marna syngja saman.
Gudgivin rødd
Men størsta upplivingin var at hoyra 14 ára gomlu Kristel syngja. Hesa ungu gentuna, við gudgivnu røddini, ið minnir um hana hjá Patsy Klein. Ótrúligt, at ein so sterk rødd kann finnast í einum so nettum kroppi.
Krystel var, sum vera man, nakað nervøs at byrja við, men sum frá leið, mentist røddin, og hon hevði saktans kunnað sungið ein tíma aftrat.
Áhoyrarnir vóru við henni fult og heilt, og ein stoltur Jens Lisberg var við liðina á dótrini alla tíðina.
At enda kom Thorbjørn Lisberg á pallin. Hann er eisini kendur sangari, og syngur enn eins væl, hóast hann nú er 83 ára gamal. Hvør kennir ikki sangin, "Kom abbi set teg stabba á", sum hann millum annað hevur sungið.
Tey, sum dáma hetta slagið av tónleiki, fóru ikki vónsvikin heim leygarkvøldið. Fólk fingu av sonnum valuta fyri peningin.
Verið ansin
Umframt at syngja til gleði fyri áhoyrarnar, nýttu Jens og Krystel høvið hetta kvøldið at minna fólk á at koyra varliga. Tey kenna, hvat tað vil siga at missa tað kærasta í ferðsluni.
Tá eg á veg suðuraftur, varð eg yvirhálaður í tunnlinum av bili, ið koyrdi alt ov skjótt, hugsaði eg:
"Hesin kann neyvan hava verið til konsert - ella hevur hann ikki skilt talandi sangin hjá Krystel".