Einasti kvinnuligi dekkari umborð á Brimli

- Hóast eg ikki eri av sama kyni, sum restin av manningini, verði eg ikki viðfarin á annan hátt, sigur 22 ára gamla Gunnhild Dahl Niclasen, sum arbeiðir sum dekkari umborð á Brimli saman við einari rúgvu av mannfólki.

Saman við manningini umborð á Brimli siglir Gunnhild Dahl Niclasen kring Føroyar og í altjóða sjógvi. Og tá eitt óhapp er hent, er Brimil ofta fyrstur á staðnum:
 
- Eg vaski, máli og geri annað, sum har til hoyrir. Tá vit leggja at, skulu vit dekkarar binda skipið. Og onkuntíð skulu vit sleipa og hjálpa onkrum báti, sum er í neyð, sigur Gunnhild, sum somuleiðis hevur vakt á brúnni umleið átta tímar um dagin:
- Tá siti eg á brúnni saman við stýrimanninum ella skiparanum og hyggi eftir boyum og øðrum skipum og bátum. Onkuntíð vitja vit eisini ymiskar bátar og skip og kanna um alt er í lagi umborð. Og tað er so avgjørt ikki altíð so gott skil á, váttar Gunnhild.
 
Javnrættur umborð
Hóast Gunnhild er einasta kvinna umborð á Brimli, er eingin munur á hennara arbeiði og so á arbeiðinum, mannfólkini gera:
- Hóast eg ikki eri av sama kyni, sum restin av manningini, verði eg ikki viðfarin á annan hátt. Annars haldi eg, at mannfólk ofta hava hug til at gera alt fyri kvinnuna, men soleiðis er tað ikki umborð. Í roynd og veru geri eg alt tað sama sum teir.
- Onkuntíð eri eg tó ikki nóg sterk til at lyfta okkurt tungt, men tá er altíð onkur klárur við einari hjálpandi hond, so tað hevur ongantíð verið ein trupulleiki.
 
Men hvat siga vinir og kenningar til, at tú í roynd og veru hevur valt tær eitt mannfólkaarbeiði?
- Teir halda bara, at tað er stuttligt og øðrvísi, sigur Gunnhild og slær fast, at hon ikki hevur valt hetta arbeiðið fyri at gera uppreistur ella at prógva fyri nøkrum, at kvinnur væl kunnu gera sama arbeiði sum menn:
- Eg geri tað bara, tí eg havi hug til tað, sigur Gunnhild, sum higartil hevur verið fýra túrar við Brimli.
 
Í løtuni nýtur Gunnhild bara lívið umborð, men væntar tó ikki, at dekkarayrkið verður hennara lívsleið:
- Eg fari helst at fáa mær eina útbúgving, sigur Gunnhild, og hon dylur ikki fyri, at hon somuleiðis hevur hug til at royna eina rúgvu av øðrum tingum, áðrenn lesnaðin, hóast tað eru fýra ár síðan, hon varð studentur:
- Nú er skjótt tíð uppá at fara at lesa aftur. Men hóast eg havi hug til at royna ymiskt, gevur sjólívið mær somuleiðis íblástur til at fara at lesa aftur. Umborð havi eg tíð til at hugsa um lívið og fái tískil hug til at menna meg á aðrar hættir, sigur hon.
 
Arbeiðsdagurin langur
Gunnhild arbeiðir heilar 12 tímar um dagin, og tað heldur hon er ein vanasak:
- Eg vandi meg alt fyri eitt til at arbeiða 12 tímar um dagin. At vera dekkari er ikki hart kropsligt arbeiði. Tá eg eitt nú havi vakt á brúnni, siti eg at kalla bara og hyggi út á sjógv. Men nú skal tað heldur ikki ljóða, sum at eg keði meg og eri um at sovna. Tí tað er næstan altíð okkurt at gera. Til tíðir kann tað eitt nú vera sera spennandi at læra seg at brúka tólini á brúnni og hyggja at, hvussu teir kønu menninir umborð gera.
 
Robustur ævintýrari
Tað er ikki fyrstu ferð, Gunnhild ger okkurt øðrvísi enn kvinnur flest.
- Eg eri als ikki bangin fyri at gera okkurt øðrvísi. Eitt nú havi eg gingið á tekniska skúla, lagt rør fyri Nomatek, siglt við skúlaskipi og nomið mær útbúgving á verkstaðarskúla í Danmark, har eg eitt nú lærdi at sveisa, sigur Gunnhild, ið somuleiðis hevur tikið dugnaskapsskeið í sigling, dagliga hjálpt pápa sínum við umvælingum í súkkluhandlinum í Klaksvík, og alt sítt lív verið skóti.
 
Men Gunnhild hevur ikki bara fingist við robust mannfólkaarbeiði. Hon er nevniliga eisini ein lítil og strálandi ævintýrari. Millum annað hevur hon verið í Suðuramerika, siglt um Atlantshavið við seglskipi (skúlaskipinum Danmark), verið á interrail í Evropa, aupair í Íslandi, lisið íslendskt á Háskúla Íslands og verið á háskúla í Svøríki. Og sum vit sóu í bløðunum í síðstu viku, so er Gunnhild í løtuni á St. Kilda við bátinum hjá Hávardi Enni, Enniway:
 
Gott arbeiði
Gunnhild dámar væl at arbeiða sum dekkari. Og umborð á Brimli eru nógv fitt fólk og samanhaldið er frálíkt, hóast aldursmunurin er stórur. Umframt Gunnhild, arbeiða tveir aðrir ungir menn umborð á Brimli:
- Í frítíðini sita vit og hugna okkum saman: práta og hyggja í sjónvarp.
 
Tá søkt var í bløðunum eftir manning til Brimil og Tjaldrið fyrst í ár, vóru heili 94 umsøkjarar. Gunnhild var millum tey seks hepnu og fekk starvið alt fyri eitt:
- Tey flestu, sum søktu, vóru mannfólk. Eg var helst millum tey hepnu, tí eg frammanundan hevði royndir á sjónum, og møguliga eisini tí eg eri kvinna, og menn altíð royna at ganga inn fyri javnrætti, sigur Gunnhild at enda við einum brosi.