Ritgerðin bleiv í 2000 útgivin í bók. Hann heldur, at bátasmíð er eitt serligt handverk, men ov lítið verður gjørt fyri at varðveita hesa siðvenju
Fyrst í 90 árunum gjørdist Andras Mortensen savnsvørður á Tjóðsavninum. Um hesa tíðina fóru fólk at keypa sær glastrevjabátar í staðin fyri føroyskar bátar.
- Tað var eitt skifti hesa tíðina, og tað komu nógvir bátar á savnið. Tað var í heilum, at vit skuldu eftir gomlum bátum, sum fólk ikki untu sær at koyra burtur. Bátar taka nógv pláss, og tí máttu vit gera onkrar metingar um, hvat er vert, og hvat er minni vert. Hvat skuldu vit taka inn og ikki.
Tað bleiv avgjørt, at elstu bátarnir skuldu raðfestast fyrst.
##med2##
Tilfarið til ritgerðina kom frá orgulbyggjaranum Verland Johansen og málvísindamanninum Johannes av Skarði.
Verland Johansen hevði nøkur ár frammanundan mátað fleiri føroyskar bátar, og eftir hann lógu skitsur og tøl. Tilfarið skuldi reinteknast og tølini fáast til høldar. Johannes av Skarði, sum var málvísindafólk, hevði eisini savnað nógv tilfar, hann hevði fleiri dagbøkur við orðum, sum knýttu seg at føroyska bátinum.
Andras Mortensen heldur, at tað at byggja føroyskan bát er eitt serligt handverk.
- Tú byrjar við ongum, og tað er ein serligur teknikkur.
Báturin er vakurt evnaður, hvørt einasta borð er formað á ein serstakan hátt. Stavnarnir eru kanska tað mest eyðkenda. Man gekk høgt uppí, at bátarnir skuldu vera vakrir. Tann føroyski stavnurin skuldi líkjast einum gáshøvdi, og báturin eini gás sum liggur á sjónum.
##med3##
At vera bátasmiðir var eitt serligt starv í eini bygd, og tað var gott hjá bygdini at hava bátasmið. Ofta høvdu bátasmiðirnir hetta afturat øðrum yrki.
Bátasmiðir lærdu frá hvørjum øðrum og ofta gekk handverkið í arv frá faðir til son. Í summum bygdum hava nakrir bátasmiðir smíða saman, og har er tað blivið eitt fakmiljø við bátasmiðum. Síðst í 19. øld fór fólkatalið at vaksa, og tá blivu fleiri bátar bygdir. Í 1900 vóru 15000 fólk í Føroyum, tá var stórur eftirspurningur, og bátar verða skrásettir í bátaskrásetingini fyri at kunna rokna tonsatal og veiðuorku.
Eingin bátur er líka og hvør bátasmiður gevur bátinum sítt sereyðkenni. Tað síggjast mynstur í byggisniði frá bygd til bygd, og í mátanum sum bátasmiðir prýddu bátarnar við profilhøvli. Mikladalsbáturin á Tjóðsavninum hevur tríggjar rivur, har ein er minni enn hinar. 10 mannafarið við seglinum hevur ongar profilar.
- Hann er bygdur í Nólsoy, har hava teir helst havt so nógvar bátar at byggja, og hava ikki havt tíð til at prýða teir.
##med4##
Tað sæst eisini, um bátasmiðurin hevur nógvar royndir ella ikki.
- Ein bátasmiður bleiv mettur eftir, hvussu vakran hann fekk bátin, og tá tú byggir fyrsta bátin er ringt at fáa alt at makka rætt.
Føroyski báturin er merktur av tí byggitilfari sum var til taks.
- Vit hava jú eingi trø í Føroyum, tí blivu bátarnir bygdir við innfluttum viði. Í Noregi eru bátarnir eyðkendir av, at tú kundi fara í skógin og taka eitt træ ella eina klótu. Tá fært tú ein sterkari bát og kann forma hann smidliga, men í Føroyum hevur tú lagað bátin til tey viðurskifti sum eru, bæði handilsliga, og hvussu umstøðurnar vóru í sjónum.
Báturin hevur verið avgerandi fyri, at fólk kundu búleikast í Føroyum.
- Báturin hevur havt allan týdningin. Báturin var dýrur, men føroyingar kundu ikki liva uttan. Hann hevur havt allan týdning fyri samskifti og fyri at fólk fingu mat í munnin.
Neyðugt at báturin verður tillagaður
Føroyski báturin varð tillagaður til tað, sum hann varð brúktur til.
- Tað var munur á bátum. Um ein bátur skal brúkast til nót, so var hann prúður, bátar til flutning skuldu rúma nógvum. Tá maskinbátarnir koma, gerst báturin rúmligari, og motorkraft gav møguleikar at fiska meira.
##med5##
Bókin hjá Andras Mortensen, Hin føroyski róðrarbáturin, bleiv útgivin í 2000.
- Fólk eru glað fyri bókina, hon rakti okkurt, men hetta er bara ein byrjan, onkur bók er komin frammanundan, onkur seinni, og tað eiga koma fleiri, tí tú verður ikki liðugur at granska í hesum evninum.
Bókin Hin føroyski róðrarbáturin, snýr seg um gomlu bátarnar. Andras Mortensen heldur at tað átti at verið granskað, í hvussu báturin hevur ment seg, við kappróðrarbátum, maskinbátum og øðrum.
- Tað er eitt stórt granskingarøki at lýsa, hvat man hevur lagt dent á seinni, hetta vísir, hvussu samfelagið hevur ment seg.
##med6##
Andras Mortensen heldur, at hendan menningin av føroyska bátinum er neyðug, skal bátinum vera lív lagað. Tí tørvurin á gomlu útróðrarbátunum er ikki tann sami í dag. Flestu bátar, sum verða bygdir í dag eru kappróðrarbátar.
- Tað er marknaður fyri kappróðrarbátum, og hetta er einasti marknaðurin sum er í løtuni. Hvat kann koma í framtíðini, vita vit ikki, men tað er gott, at man hevur kappróðurin.
Hóast báturin ikki hevur sama týdning í dag fyri at vinna til lívsins uppihald, so heldur Andras Mortensen, at meira átti at verið gjørt fyri at varðveita siðvenjunnar kring bátin.
- Eg eri ikki bjartskygdur, tí tað er eingin eftirspurningur eftir føroyska bátinum, og einki verður gjørt. Álit omaná álit eru skrivað síðstu 30 árini, um hvat man kann gera, men tað hendir einki. Álitini siga, at tað almenna má traðka til. Nú er báturin góðkendur sum heimsarvur hjá UNESCO. Vil man framvegis hava tann heiður, er neyðugt at gera nakað fyri at varðveita bátasmíði. Tú má løna fólki til at halda siðvenjuna við líka, og so mást tú finna uppá ein marknað uppá onkran máta, tann knúturin er ikki loystur.
Ein møguleiki er at hyggja til Norra. Har eru søvn, sum hava smiðir, har gomul handverk verða hildin við líka. Á hesum smiðjum verða bátar bygdir, og hendan vitan er eisini hent, tá gamlir bygningar skulu umvælast.
Andras Mortensen heldur tað vera týdningarmikið, at bæði almennu myndugleikarnir og fólk sum heild síggja virði í gomlu føroysku bátunum, tí teir hava nakrar serligar dygdir.
- Báturin hóskar seg væl til eitt nú frítíðarsigling og til skúlabrúk. Hann er góður at fara á fjørðin at sigla við, í staðin fyri at fara við teimum dýru glastrevjabátunum.
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##



























