Dánial A. Hansen í Miðvági eigur og rekur glastrevjabátin, Anna Maria VA 369. Hetta er ein kanadiskur útróðrarbátur, sum er stívliga 12,3 metrar langur og slakar 3,8 metrar breiður, og motorurin er ein 500 HK Volvo.
Hámarksferðin liggur um einar 20 míl, men vanliga verður siglt við 12-14 míla ferð.
- Báturin liggur væl í sjónum, og hóast hann er breiður, er hann kortini smidligur og spískur framman og tekur seg væl ígjøgnum sjógvin, sum útróðrarmaðurin tekur til.
Hann sigur, at hetta er ein heilt einastandandi bátur, og hann kundi ikki hugsað sær at farið í annan bát.
Dánial sigur, at hetta er triði útróðrarbáturin hjá honum, og hendan keypti hendan úr Kanada í 2004 – ella fyri umleið 21 árum síðan.
- Tað eru meira enn 30 ár síðan, at eg í 1994 keypti mær fyrsta bátin og byrjaði at rógva út. Tá var fiskaloysi, men tað gekk ikki long tíð, so var aftur fult av toski, hóast spádómarnir hjá fiskifrøðini vóru daprir.
Hann heldur fyri, at tíðin hevur víst, at tað ofta verður júst tað øvuta av tí, sum fiskifrøðin sigur, og soleiðis var eisini eftir rakárini tíðliga í nítiárunum.
- Toskurin kom aftur – ja, helst burtur úr ongum, um vit skulu trúgva fiskifrøðini. Men, toskurin kom, sum sjáldan áður, og útróðrarmenn høvdu nøkur góð ár við nógvum og góðum fiski, sigur útróðrarmaðurin í Miðvági.
Fantastiskur snellubátur
Ein stóran part av árinum fiskar Dánial við snellu, og tað er sambært útróðrarmanninum sjálvum ein fantastiskur snellubátur, hann hevur í Onnu Mariu.
- Báturin hevur langar snellusíður; her havi eg sjey sjálvvirkandi snellur, og tað er lutfalsliga stutt niður í sjógvin. Tað er lætt at arbeiða umborð í einum slíkum báti, og báturin er ikki ringur fyri knøini, sigur hann.
Vanliga eru kanadisku útróðrarbátarnir, sum vit kenna teir her í Føroyum, bygdir við ongari fiskalast. Tað merkir, at øll veiðan verður dekslast, og hetta er eisini við til at gera arbeiðsgongdina lættari, tí tá er eingin fiskur, sum skal niður í – og upp úr aftur lastini.
- Eg rógvi fyri tað mesta út einsamallur, og eg havi onkuntíð havt eini 12.000 pund sum dekslast, og hetta ber væl til í hampiligum líkindum, sigur hann.
Størsta partin av árinum rør Dánial út við snellu, men hann plagar at fiska við línu teir myrkru vetrarmánaðirnar, november, desember, januar og februar, og tá er hann gjarna eisini einsamallur á bátinum.
- Fyri tað mesta reki eg línuna um sjálvur, og á bátinum verður línan sett ígjøgnum eina egningartrakt. Agnið er fyri tað mesta høgguslokkur.
Hann vísir á, at skalt tú egna við gággu, er neyðugt at skilja skeljarnar væl úr agninum, áðrenn tær fara í traktina.
- Men, tað fæst næstan ikki gágga á Miðvági, og eg veit ikki, um tað er botnur, streymur ella annað, sum gera seg galdandi. Onkuntíð havi eg róð út av Sørvági, og tað vísir seg, at her er meira til av gággu, sigur Dánial.
Umrekingingin tekur sína tíð, og tað er drúgt, tá tú ert einsamallur.
- Í løtuni havi eg ein smádrong at hjálpa mær við umrekingini, men dreingirnir tíma ikki at fáast við línu, umreking ella egning longur. Teir velja heldur at taka nakrar tímar í Bónus ella onkra aðrastaðni, heldur hann brosandi fyri.
Soleiðis var ikki fyrr.
Neyðugt at fylgja við
Dánial A. Hansen vísir á, at tá tú einsamallur rør út við línu, og tú sjálvur tekur tær av umrekingini, er neyðugt at fylgja væl við veðrinum, um tú onkuntíð skalt fáa nakrar fylgjandi dagar.
- Eg havi skúr her á havnalagnum við fiskavirkið í Miðvági, og eg havi einar 50-60 stampar. Skal eg verða klárur, tá dagarnir eru, noyðist eg at passa mær løturnar í skúrinum og fylgja við veðrinum nakað fram, soleiðis at línan stendur umrikin og er klár, tá líkindi eru at loysa.
Útróðrarmaðurin vísir á, at seinastu 2-3 árini hevur fiskurin verið landaður ókruvdur, og hetta lættir nógv um á bátinum, tá tú ert einsamallur. Nú verður útróðrarfiskurin bara blóðgaður niður í ísvatn.
- Virkið hevur góðkenda innvigingarskipan og landingarmiðstøð, og her verður fiskurin so kruvdur, vigaður og heintaður, tá hann er seldur um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya, sigur hann.
Fiskaprísurin framúr
Dánial letur væl at útróðrinum í ár, og fiskaprísurin hevur verið framúr.
- Í fjør var meginparturin av veiðini hýsa, men í ár hevur nógvur toskur verið, og toskurin hevur havt søguliga góðan prís. Toskaprísurin hevur hildið sær alt árið, og nú liggur hann kanska omanfyri 40 krónur fyri kilo, tá prísurin er bestur.
Útróðrarmaðurin vísir á, at hýsan hevur eisini havt góðan prís, men prísurin á hýsu hevur ikki verið eins støðugur og prísurin á toski.
- Tað vísir seg, at munur er á, tá hýsa verður keypt til útflutnings og til framleiðslu her heima. Tá kann prísmunurin vera uppi einar tíggju krónur fyri kilo, sigur hann.
Útróðrarmaðurin hevur gjørt nakrar línutúrar í heyst. Fiskiskapurin hevur verið góður, og tá tað hevur eydnast best, hevur hann fingið uppí 300 pund á línuna.
- Tað hevur víst seg, at longur úti á er toskur og hýsa umleið helvt um helvt, men her innari á harðbotninum hevur tað verið væl meira toskur enn hýsa, sigur Dánial A. Hansen.
Eitt hvørt hendi í 2019
Hann vísir á, at tað er stórur munur á fiskinum nú og tí, sum hendi í 2019.
- 2019 var eitt ár við nógvum fiski, har bátar við snellu í vártíðini og seinni kundu fáa upp í eini 7.000-8.000 pund. Hetta árið fiskaði eg 185 tons einsamallur.
Dánial sigur, at longu í februar í 2019 legði hann til merkis, at toskurin var rak. Livurin bara minkaði, og at enda var næstan eingin livur í toskinum. Hetta versnaði bara út á heystið og veturin, og á vári 2020 var heilt galið við toskinum.
- Fiskurin var svangur og tók væl á línuna, og tú kundi gera stórar dagar, men toskurin var ógvuliga rak.
Útróðrarmaðurin væntar, at nógvur toskur doyði í hungri hesi árini.
- Tað vísti seg at vera ringast vorðið inni á landgrunninum, samstundis sum eitt nú upsin var spikafeitur.
Dánial vísir á, at longu á heysti í 2020 var toskurin frægari fyri aftur, og síðan tá hevur hann verið væl fyri.
- Eg havi ein 26 ára gamlan son, Andras, ið siglir sum 2. stýrimaður við Gadusi og so er tað Jósef, sum er 20. Andras var nokso nógvar línutúrar við mær síðsta vetur, tá hann var heima millum túrar. Hinvegin er tað meira sjáldan, at Jósef er við, sigur hann.
Í Barentshavinum
Nú vit nevna Gadus, er at siga um Dánial A. Hansen, at hann eisini hevur siglt fyri JFK-Trol, har hann eitt nú sigldi við Sjúrðarbergi, til hann var seldur í 2018.
- Síðan keyptu teir gamla Skálafjall, sum eisini fekk navnið Sjúrðarberg, ið varð seldur, tá Gadus kom, og her var eg eisini við.
Umborð á gamla Sjúrðarbergi varð fiskurin heilfrystur, men umborð á fyrrverandi Skálafjalli og táverandi nýggja Sjúrðarbergi varð fiskurin flakaskorin.
- Tað stuttliga er, at eg var eisini við Skálafjalli, tá hann var spildurnýggjur sum svartkjaftatrolari í januar í 1988, sigur hann brosandi.
Seinastu ferð, at Dánial A. Hansen var við skipum hjá JFK, var í 2020 og 2021.
Útróðrarmaðurin er føddur hin 14. januar í 1967, og hann sigldi sum blaðungur við eitt nú Giljanesi, ið varð keyptur sum svartkjaftaskip, og hann var eisini við Andriasi í Hvannasundi, sum varð bygdur til svartkjaftafiskiskap og framleiðslu, og hetta var alt áðrenn hann fór umborð á Skálafjall sum nýbygning í januar 1988.
- Útróðurin hevur fylgt nógv hjá mær, og mær dámar hetta sera væl, og eg havi eisini róð út, tá eg havi verið við øðrum skipum og havi verið heima millum túrar, sigur hann.
Tyrlan tók teir upp
Dánial A. Hansen hevur eisini upplivað, at báturin sakk undan honum og øðrum manni á útróðri.
- Hetta var eisini við einum kanadiskum útróðrarbáti nøkur fá ár herfyri. Eg hevði verið saman við øðrum manni á Føroyabanka, og tá vit nærkaðust Nípubakkanum, var ein brestur.
Útróðrarmaðurin sigur, at hann veit ikki, hvat tað var, sum hendi, men báturin fyltist við sjógvi. Teir tordu ikki at bíða og fóru í bjargingarbátin.
- Tyrlan tók okkum upp, og hetta gekk tíbetur ógvuliga væl. Nei, eg havi ikki havt trupuleikar av hesi hending, og hetta hevur ikki hildið mær aftur í at rógva út, sigur Dánial A. Hansen, útróðrarmaður í Miðvági.
##med2##
##med3##
##med4##













