- Eingin føroyingur hevði góðtikið hetta

Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, er skelkaður av bústaðarviðurskiftunum hjá rumenskum handverkarum í Havn

 

Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, er skelkaður av kanningini, sum í dag varð løgd fram um útlendingar og óskipaða arbeiðsmarknaðin. Kanningin avdúkar eitt nú, at rumenskir handverkarar, sum felagið FirmPort fær til landið, búgva 40-50 í tali í trongum umstøðum á Jekaragøtu í Havn. Stikkorð fyri viðurskiftini eru betongveggir, betonggólv, flamingobjálving og fuktur. Leigugjaldið liggur millum 2.000 og 2.300 krónur um mánaðin, sum skal gjaldast við reiðum peningi.

- Bústaðarviðurskiftini hjá teimum sjokkera meg. Tey eru so vánalig, at eg trúgvi ikki, nakar føroyingur hevði viljað livað undir hesum korunum - hvørki so ella so, sigur Súni Selfoss.

Kanningin, sum eitur "Rumenar á loftinum" vísti eisini, at rumenarnir verða løntir sum ófaklærd arbeiðsmegi, og teir verða løntir eftir lægst møguliga arbeiðarasáttmálanum - flestu fáa 132,24 krónur um tíman.

- Eitt er tað, at lønin er so lág, sum hon yvirhøvur kann vera, men so eru bústaðarviðurskiftini eisini so ring, sum tey kunnu vera. Tað er kritisabult, so tað stendur aftur á. Her haldi eg, at myndugleikarnir mugu koma og hyggja uppá hesi viðurskiftini, sigur Súni Selfoss.