fótbóltur
So leingi, sum tað er lív, er tað vón, plagar at verða tikið til. B68 hevur framvegis møguleika at bjarga sær av aftasta plássinum, sum teir hava verið á alt hetta árið. Í Gøtu var talan næstan um kollaps. Men ta ferðina fingu teir síðstu løtuna tvey mál og taptu tískil bara í gásareygum 5-2. Í fína fótbóltsveðrinum sunnudagin tóktist tað leingi sum um, at teir skuldu koma undan við 2-0 tapi. Men síðstu fáu minuttirnar skramblaði alt saman, teir taptu 5-0, og harvið ber ikki til at koma til aðra niðurstøðu, enn at tað luktar av niðurflyting.
Síðstu minuttirnar var eingin orka eftir. At teir, tá ið ein knappur tími var farin, høvdu mist ein mann, gjørdi uppgávuna ógjørliga at vinna tey bæði málini aftur, sum teir høvdu mist í 1. hálvleiki. Teir royndu at stríðast og arbeiða, teir runnu nógv, og síðstu minuttirnar rindaðu teir høgan prís fyri púra óneyðuga útvísing.
NSÍ gjørdi væl og virðiliga tað, sum teir skuldu gera. Jógvan Martin Olsen var avgjørt ikki nøgdur við avrikið á heimavølli ímóti ÍF. Tað sást aftur í, at hann hesa ferð hevði gjørt fleiri skiftingar, soleiðis at øll røðini í vinstra borði var mannað við monnum, ið ikki hava spælt har fyrr í ár.
Áki L. Hansen hevði fingið møguleikan á vinstra vongverja. Jóhan Petur Poulsen í høgra álopsborði hjá B68 royndi fleiri ferðir, men tað eydnaðist honum ongantíð at sleppa framvið vongverjanum og at leggja innfyri.
Helgi L. Petersen, sum seinastu ferðirnar hevur verið royndur í fleiri plássum, var í útgangsstøðuni álopsspælari í vinstru, og Gert Langgaard, sum oftast hevur verið í høgra borði, var á miðvøllinum í vinstru.
Tætta løtan
Einki bendi fyrrapartin av fyrra umfarinum á, at talan skuldi gerast um skrædl. Báðir partar royndu at spæla, og tað vóru møguleikar báðar vegir. Eftir uppspæl í vinstru gjørdist Stankhov hjá B68 leysur, skotinum bilti einki, men Jens Martin Knudsen bjargaði væl. Lítla løtu seinni fekk Jovevic hjá NSÍ blankan møguleika eftir horna úr høgru, men stútarin fór væl við síðuna av málinum.
Bogi Petersen, sum fyri tað mesta hevur verið á B68 miðvøllinum, var hesa ferð í miðverjuni. Hann hevði eina uppgávu. Hon var at taka sær av myrklødda nýggja álopsmanninum, sum teir í NSÍ nevna Ike. Hóast Ike skoraði tvær ferðir, so var Bogi besti maður á heimaliðnum. At tað var so torført hjá NSÍ at fáa miðframherjan við í spæli órógvaði, men Andy Olsen var enn eina ferð grammur og gjøgnumbrotssterkur.
Tá ið fyrra umfarið var reiðiliga hálvgingið, fekk NSÍ hol á eftir deyðbóltsstøðu. Ike fór um koll miðskeiðis á Tofta hálvuni og eitt sindur til høgru. Heimamenninir vildu hava, at hann hevði skavað bóltin til sín við arminum, tá ið hann var dottin. Tað helt dómarin ikki, og í næstu støðu bríkslaði hann fyri NSÍ frísparki. Brynjolvur Nielsen sendi flatt í brotsteigin, og Óli Hansen rann fram og setti tonna undir bóltin, sum snýtti B68 málverjan.
Ein minutt undan steðginum økti Andy Olsen. Áki L. Hansen kom til baklinjuna og legði innfyri. Andy royndi fyrst eina ferð við handara stólpan, málverjin hálvbjargaði, men ungi maðurin misnýtti ikki í aðru atløgu. Upphavið til málmøguleikan var ein av stóru veikleikunum hjá B68. Á veg í álop mistu teir úti í borðinum. Alt liðið var á veg fram, harvið vóru spælararnir ikki í verjustøðum, og eftiransingarnar vóru sjálvandi hareftir.
Skrædlið
Tað hevði verið vorðið sum fyrsta roynd, um Morilo ikki hevði sent uppum, men heldur í málið eftir horna, tá ið hann fyrstu ferð rakti bóltin eftir at vera innskiftur. Næstu løtuna misti B68 ein spælara fyri at brúka seg, og so visti NSÍ, hvat teir skuldu gera. Teir vóru umhugsnir og lótu bóltin gera arbeiðið. Heimamenninir nýttu væl meiri orku, og síðstu tíggju minuttirnar vórðu teir tríggjar ferðir sektaðir.
Ike átti triðja málið úr stuttari fjarstøðu, eftir at Andy Olsen hevði lagt innfyri úr vinstru. Óli Hansen átti fjórða málið, eftir at Brynjolvur Nielsen hevði sent hornasparksinnlegg innfyri, og Ike setti punktum, eftir at Brynjolvur Nielsen enn eina ferð hevði sent innfyri.
NSÍ fekk uppreisn eftir stóra kiksaran ímóti ÍF, meðan kósin hjá B68 tykist vera tann sama, sum hon hevur verið síðani flaggdagin, tá ið fyrsta umfarið var á skránni.