Eingin ivi í Klaksvík

Stjørnan lat ongan iva vera um, at tær ætla sær føroyameistaraheitið, tá Tjaldri vitjaði í Klaksvík í gjár. Heimaliðið vann trygt, og sendi harvið runavíkskvinnur endaliga úr oddastríðnum

Hondbóltur

 

Stjørnan hevði ongar trupulleikar, tá runavíkskvinnur vitjaðu í Klaksvík í gjár. Heimaliðið vann trygt við 10 málum, og hevur tískil lagt sjógv millum seg og nærmastu kappingarneytarnar. Stríðið stendur nú millum VB og Stjørnuna.

Kappingin hjá kvinnum hevur longu skipað seg. Tað skal ganga ógvuliga galið, um føroyameistaraheitið ikki kemur at standa millum Stjørnuna og VB. Hóast ikki fleiri enn níggju umfør eru løgd afturum, so eru longu ávikavist seks og fimm stig niður til Tjaldri á triðja plássi. Og við gongdini seinastu árini í huga, er tað lítið sum bendir á, at nakar klárar av bjóða oddaliðunum av.

 

Gestirnir byrjaðu væl

Tjaldri var rættiliga trýst undan dystinum. Felagið hevur sum greiðan málsetning at vinna seg upp á føroyska hondbóltstindin, og higartil hevur tað eisini gingið rættiliga væl. Men í oddadystunum hava tær mist ov nógv stig, og fyri ikki at fullkomiliga missa sambandið, var umráðandi at fáa stig í Klaksvík.

Og tað byrjaði eisini rættiliga væl. Skjótt vunnu tær sær eina tvey-máls leiðslu, sum helt til miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Aftur hesaferð gekk Adina Petra fremst. Hon var toppskjútti hjá gestunum við sjey málum. Stjørnan, sum var uttan Joan Djordjevic og Duritu Christoffersen, reistist aftur, og fór til hálvleiks við eini 17-12 leiðslu.

 

Øktu um leiðsluna

Men eftir hvíldina var staðfest, at Tjaldri ikki kann bjóða oddanum av. Alt ov ofta gjørdu tær skjótt av í álopspartinum, soleiðis, at heimaliðið kundi fara í mótálop. Í verjupartinum fingu tær ongantíð tamarhald á, meðan persónligu mistøkini eisini vóru nøkur. Stjørnan rann undan, og vann tá avtornaði trygt við 34-24.

Stjørnan stóð royndina, meðan Tjaldri framvegis manglar eitt sindur, um tær skulu bjóða av. Tær hava framvegis ikki vunnið móti einum av teimum fýra ovastu liðunum, og tá kann ikki ganga øðrvísi.

 

Fakta um dystin

Stjørnan – Tjaldur 34-24 (17-12)

10 min: 4-6

20 min: 11-10

40 min: 21-14

50 min: 26-18

Stjørnan: Dianne Muller 8, Simona Petersen 7 (2), Una Olsen 5, Bára S. Klakstein 5, Durita Ljósstein 4, Anna Kristina Samson 3, Edith Hansen 1, Durita Mikkelsen 1.

Tjaldur: Adina Petrea 8 (1), Alina Olaru 4, Annika Thomsen 4 (1), Matrionella Patru 3 (1), Jóhanna í Króki 2, Heidi Sevdal 1, Mary-Ann Isaksen 1, Sarah Ann Thomsen 1

Útvísingar: Stjørnan 3 – Tjaldur 3

Dómarar: Hans Thomasen og Hanus Kúrberg