Eingin kommuna uttan dagstovn

Forkvinnan í Føroya Pedagogfelag, Maud Wang Hansen, helt røðu í dag, tá limir í felagnum, sum eru í verkfalli, vitjaðu í Klaksvík.

- Sjálvandi skulu vit hava løn fyri okkara arbeiði. Vit selja okkara arbeiðsmegi hvønn einasta dag, og hon hevur eitt nógv størri virði, enn vit higartil hava sæð nakran goldið fyri hana. Latið okkum ikki lumpa, tá politikarar siga seg ikki hava ráð at raðfesta løn og arbeiðsviðurskifti hjá pedagogum og hjálparfólkum.

Forkvinnan legði aftrat, at eingin kommuna í Føroyum hevði klárað seg í dag uttan ein góðan dagstovn, har foreldur kunna lata børn síni upp í hendurnar á dugnaligum starvsfólkum, sum geva alt sítt fyri at skapa mennandi karmar rundan um børnini og sum dagliga leggja stóran dent á fakliga góðsku.

- Avvarðandi kunnu vera trygg til arbeiðis ella heima, meðan teirra børn ella vaksnu við skerdum førleika eru virkin í einum mennandi og virðiligum umhvørvi saman við dugnaligum starvsfólkum.

Maud Wang Hansen vísti á, at starvsfólk á pedagogiskum arbeiðsplássum verða áløgd alsamt fleiri uppgávur og krøv frá teirra arbeiðsgevara.

- Almannamálaráðið hevur leingi arbeitt við eini kunngerð um virksemi á vardu verkstøðunum og um virkisætlanir fyri hvønn einstakan brúkara. Mentamálaráðið leggur fram krøv út frá Dagstovnalógini og hevur evstu ábyrgd av, at hesi krøv verða fylgd.

Hon segði í hesum sambandi, at tað eru kommunurnar og landið, sum mugu syrgja fyri, at hesi krøv verða fylgd, og tað er millum hesar myndugleikar, at starvsfólkini koma í klemmu.

- Starvsfólkum og harvið limum í Føroya Pedagogfelag verður álagt at røkja alsamt fleiri uppgávur, og størri krøv verða sett til fakligheitina, og tað er náttúrligt. Eingin hevur nakað ímóti nútímansgerð og menning á pedagogiska økinum. Trupulleikin er bara, at tíð og pengar mugu fylgja við.

Maud Wang Hansen segði, at landið eigur at gjalda fyri broytingarnar á landsins stovnum, og kommunurnar eiga at gjalda fyri broytingarnar á dagstovnaøkinum.

Hon segði, at tað er blivið soleiðis, at fólk støðast best í einari kommunu, sum raðfestir góðar dagstovnar og virksemi og góðar umstøður til fólk við skerdum førleika.

- Fólk koyra fegin langan veg til arbeiðis og heim aftur hvønn dag, bara tey vita, at teirra børn og avvarðandi hava tað gott, har tey eru gjøgnum dagin, segði Maud Wang Hansen eitt nú í røðu síni í Klaksvík í dag.

Tað er Norðlýsið, sum eigur myndina av forkvinnuni í Føroya Pedagogfelag.