Eingin loysn í bræði

- Eg skal ikki tveita ábyrgdina frá mær, men eg kann tíverri ikki lova nakra loysn her og nú, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, um trygdina á sambýlinum í Bøgøtu

- Eg kenni væl til hatta málið við sambýlinum í Bøgøtu, og eg kann bara siga, at vit arbeiða við málinum.

Tað sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.

Hann sigur, at loysnin við sethúsunum í Bøgøtu alla tíðina skuldi verið ein fyribils loysn, sum tíverri er toygd alt ov langt út.

- Trupulleikin uppstendur, tá loftið verður nýtt, tað er tá, at hesin góði togendi kemur inn í myndina. Men vit hava skorið talið niður á átta búfólk, júst fyri at sleppa undan at nýta loftið, sigur borgarstjórin í Klaksvík.

Hann viðgongur, at viðurskiftini og umstøðurnar í leigaðu húsunum langt frá eru fullkomnar, og stóð tað upp til hann var tað betur, um sambýlið bleiv latið aftur.

- Men sum støðan er, ber tað ikki til. Vit vóna at fáa eina frægari loysn enn hana, sum er í løtuni, men tað er ein spurningum um, at leigarin vil gera íløgur í húsini, tá talan bert er um stutta leigutíð aftrat, sigur Steinbjørn Jacobsen.

Hann fegnast hinvegin um, at tað nú hóast alt er komið so væl áleiðis við ætlanini at byggja eldrabýli á Viðareiði, at tilboðini verða latin upp hesa vikuna.

- Talan verður um eitt býli við plássi til 24 búfólk, og tað tekur nógv av trýstinum á eldraøkinum, sigur Steinbjørn Jacobsen.

 

Vóna at lata aftur

Borgarstjórin er sostatt ikki nøgdur við støðuna, sum hon nú er, men hann sigur eisini, at júst eldraøkið er eitt fløkt øki. Tí tá tað kemur til sambýlir, hevur kommunan ábyrgd av bygningunum, meðan landið hevur ábyrgd av røktini av teimum eldru.

Elspa Lützen er leiðari fyri norðoyaøkinum hjá nærverkinum, og hon situr eisini i bygginevndini fyri nýggja eldrabýlið á Viðareiði.

- Í løtuni eru eini 70 á bíðilista, men tað er samlaða talið. Langt frá øll hava bráfangis tørv. Eg rokni við, at tá eldrabýlið á Viðareiði letur upp, vónandi í januar mánað 2009, kunnu tey átta búfólkini á sambýlinum í Bøgøtu flyta inn har, umframt 16 onnur. Tá skuldi bráfangis tørvurin gjarna verið nøktaður, og sambýlið í Bøgøtu vónandi verið latið aftur, sigur Elspa Lützen.

Annars eru fleiri onnur búpláss til eldri í býnum. Á eldrabýlinum á Heygum búgva 16 fólk, á Røktarheiminum eru 36 og á Vistarheiminum er pláss fyri 10 búfólkum.

Men eldraøkið er framvegis eitt mál, sum er býtt millum land og kommunur, og spurningurin er, um ein nøktandi skipan kann fáast, so leingi ábyrgdin er tvíbýtt.