Politiið tók í morgun upp aftur leitingina eftir Dánjal Peturi Hansen í Runavík.
Hann varð eftirlýstur í gjár, tí maðurin ikki er sæddur í fleiri dagar. Seinast, hann púra vist var í samband við onnur fólk var fríggjamorgunin. Tá ringdi hann til onkran.
Onkur sigur seg kanska hava sæð hann leygardagin, og í morgun bðaði ein frá, at tað kanska var Dánjal Petur Hansen, sum viðkomandi hevði sæð sunnudagin í Runavík.
Politiið hevur kannað, um hann kann vera farin av landinum antin við Norrønu ella Atlantsflog, men hann er í hvussu er ikki farin avstað undir egnum navni.
Leitað hevur verið í býarlívinum, men ikki í haganum, tí eingin ábending er um, hvar maðurin kann vera farin.
Nú verður kannað, um maðurin hevur brúkt gjaldskort, síðan hann seinast var sæddur.