Eingin semja millum Reiðarafelagið og manningarfeløg

Semingin millum tey trý manningarfeløgini og Reiðarafelagið endaði úrslitaleys

Semingsstovurin sat saman við Reiðarafelagøgnum og Skipara- og Navigatørfelagnum, Maskinmeistarafelagnum og Fiskimannafelagnum fyri at royna at finna semja. Men har slitnaði í gjárkvøldið.

Semingsmaðurin Terji Sigurðsson hevði lagt fram semingsuppskot fyri Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið, sum partarnir vrakaðu.

Við Kringvarpið í gjárkvøldið segði Terji Sigurðsson, at semingsuppskotið varð algtr fram, tí partarnir vóru so langt frá hvørjum øðrum. Skipara- og navigatørfelagið og Reiðarafelagið endaðu samráðingarnar uttan nakra loysn.

Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið samdust um at leingja sáttmálan í 14 dagar fyri at kanna ymisk viðurskifti, skrivar Kringvarpið.

Terji Sigurðsson sigur við Kringvarpið, at partanir nú kunnu seta seg í samband við semingsstovnin aftur, tá ið teir hava nakað nýtt at koma við.

– Vit gera ikki nakað fyribils, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður við Kringvarpið.

Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, segði við Kringvarpið í gjárkvøldið, at sáttmálin fer úr gildi á midnátt í annaðkvøld, og at ongin avtala er gjørd við mótpartin um nakað sum helst.

– Partarnir eru farnir hvør til sítt, og vit fara nú at hugsa støðuna væl og virðiliga ígjøgnum, áðrenn vit taka nøkur stig, sigur hann við Kringvarpið.