Eingin sigling um Skopunarfjørð

Í morgun er eingin sigling um Skopunarfjørð, og í løtuni koyra Bygdaleiðir í Sandoynni heldur ikki.

Sandoyingar, sum arbeiða, ganga í skúla ella eru í læru í Havn, men búgva heima, sleppa heldur ikki av oynni í dag, so tey kunnu møta upp rættstundis inni á meginøkinum.

 

Eins og í gjármorgunin, er í morgun eingin sigling um Skopunarfjørð. Fólk sleppa tískil ikki av oynni - ei heldur í oynna- allan fyrrapartin í dag.

 

Hjá Strandfaraskipum Landsins siga tey í morgun, at Teistin og Hasfjord sigla ikki vegna veður, men at fyrsti túrur hjá Teistanum úr Skopum væntandi verður klokkan 12.30.

 

SSL lýsir eisini við, at siglingin hjá Teistanum seinnapartin - um veðrið loyvir uppafturtøku - ikki verður serliga drúgv, tí tekniskt arbeiði skal gerast seinni í dag.

 

- Vegna tekniskt arbeiði verður seinasti túrur hjá Teistanum úr Skopun klokkan 16.35, siga tey hjá Strandfaraskipum Landsins.

 

Bygdaleiðir í Sandoynni koyrdu til fyrsta túr hjá Teistanum í morgun, men tá funnið varð út av, at Teistin avlýsti, settu fólk seg aftur, sum annars skuldu farið um Skopunarfjørð.

 

Nú koyra Bygdaleiðir í Sandoynni ikki meira fyrrapartin, men væntandi verður koyringin tikin uppaftur tíðliga seinnapartin.