Ongastaðni stendur flogbólturin so sterkur sum í Vágum. Hetta verður ikki minst undirstrikað, nú klárt er til steypafinalurnar og tað vísir seg, at bæði SÍ og Dráttur eru í kvinnufinaluni, umframt at SÍ er í mansfinaluni, sum skal spælast ímóti Mjølnir úr Klaksvík.
Ikki er ilt at síggja fyri sær, at hetta eisini fer at skapa góðar karmar rundan um finalurnar, tí bæði SÍ og Dráttur hava góðar áskoðarar við sær, umframt at klaksvíkingar heldur ikki plaga at standa aftast, tá umræður at stuðla sínum liðum.
At Vágar eru so væl við og eiga tríggjar fjórðingar av steypafinalunum, sum eru størsti flogbóltsdagur á árinum, heldur Helga Nordendal í Drátti hava sína einføldu orsøk: ? Bæði vit og SÍ gera eitt stórt barna- og ungdómsarbeiði, og tí kunnu vit nú heysta fruktirnar av, sigur hon.
Steypafinalurnar hesa ferð, sum verða leygardagin 20. februar, verða tær ellivtu í røðini, og øll árini, uttan í 2006, hava Vágar havt minst eitt lið við. Íroknað komandi finalurnar, hava menninir hjá SÍ verið við sjey ferðir, umframt at kvinnurnar hjá Drátti og SÍ hava verið við ávikavist fimm og tríggjar ferðir.