Eingin svartkjaftur í føroyskum sjógvi

Íslendsk og russisk svartkjaftaskip hava leitað í føroyskum sjógvi, men tey eru farin avstað aftur, sigur Elmar Højgaard, leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum

Fiskivinna

Eitt sindur ymiskt er ár undan ári, hvussu svartkjafturin ferðast um okkara leiðir.
Um hesa tíðina í fjør og í fyrraári fingu skipini svartkjaft í føroyskum sjógvi, men higartil í heyst hevur einki verið at fingið.
Elmar Højgaard, leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum, sigur, at íslendsk og russisk skip hava verið í føroyskum sjógvi og leitað, men tey eru farin avstað aftur.
Føroysku skipini eru á makrelveiði.

Hjáveiða

Fyrr í summar gjørdi Fiskiveiðieftirlitið nakrar kanningar fyri at finna út av, hvussu stór ? ella lítil ? hjáveiðan av øðrum fiskasløgum er uppí í veiðini hjá svartkjaftaskipunum.
Tað hevur nevniliga ljóðað, at fitt av toski og upsa hevur verið uppi í veiðini hjá skipum, sum hava fiskað í íslendskum sjógvi.
Síðan kanningarnar hjá Fiskiveiðieftirlitinum byrjaðu, hevur eingin svartkjaftafiskiskapur verið í føroyskum sjógvi, men stovnurin fer at hava eyguni eftir hesum, tá ið skipini aftur fara at fiska í føroyskum sjógvi.

Álvarsmál

Nøgdirnar, sum svartkjaftaskipini føra til lands, eru stórar, og hóast hjáveiðan ikki sær út av nógvum, kann talan skjótt verða um hampiligar nøgdir av eitt nú upsa og toski, tá ið saman um kemur.
Kanningarnar, sum Fiskiveiðieftirlitið higartil hevur gjørt, benda tó ikki á, at talan er um tær stóru nøgdirnar av upsa og toski.
Fiskimálaráðharrin, Bjørn Kalsø, hevur sagt, at hann tekur málið um hjáveiði í størsta álvara og hevur biðið um, at hesar kanningar verða gjørdar.