Eftir øllum at døma ynskja 8 smærri, meðalstór og stór oljufeløg at vera við í oljuleitingini á landgrunninum, nú umsóknir til 2. útbjóðing skuldu vera inni fyri middag í gjár. Feløgini eru Statoil, ChevronTexaco, Shell, Dong, OMV, Faroe Petroleum, Geysir og Atlants Kolvetni. Tey fýra stóru oljufeløgini, sum vórðu við í 1. Útbjóðing fyri fýra árum síðani, BP, Amerada Hess, BG og ENI eru ikki við hesaferð. Men tey eru tó øll virkin á landgrunninum við sínum seks og níggju ára loyvum.
Feløgini komu øll á fund í Oljufyrisitingini í gjár og løgdu fram umsóknir sínar, einar 5-7 í tali. Millum feløgini eru trý nýggj, Tey eru ChevronTexaco, OMV og Geysir. Sigast má alt fyri eitt, at tað er sera hugaligt fyri føroyskar oljumyndugleikar, at eitt av heimsins størstu oljufeløgum, ChevronTexaco eisini vil vera við í leitingini á landgrunninum. Felagið er annars sera virkið hinumegin markið, og nú tað og onnur feløg, sum eisini eru virkin á okkara langrunni, eru farin at søkja um loyvi saman allarhelst beint upp at markinum, so er tað sera lovandi fyri føroyska oljuleiting. At upplýsingar frá stórum fundum beint hinumegin markið eisini kunnu brúkast á okkara landgrunni av somu feløgum, er einki minni enn ein fongur fyri føroyska oljuleiting.
Partur av ChevronTexaco, nevniliga fyrrverandi Texaco søkti eisini um leiti loyvi í 1. rundu, men teir vóru ov stuttir tá. Nú felagið hevur tvífaldað sína stødd og styrki og er saman við feløgum sum Statoil og Dong kann hugsast, at vit í teimum fáa eitt sera gott og vælkoyradni lokomotiv á landgrunninum. Bíðað verður so sjálvandi eisini eftir, at BP lokomotivið skal fara í gongd aftur.
OMV er eysturríkst felag og er sera virkið á Atlantsmótinum. Tað er m.a. við í fundum sum eru gjørd við markið og er tað kanska rættiliga n áttúrligt, at tað nú eisini vil kanna sær onkran bita okkara megin markið.
Geysir er somuleiðis nýtt á landgrunninum, men fólkini aftanfyri felagið, hava fyrr arbeitt við føroyskum øki, so her fær Atlants Kolvetni heilt givið ein góðar samstarvspartnara við góðum innliti í føroysku undirgrundina.
Vert er eisini at nevna Føroya Kolvetni, sum er tann stóri skorarin í seinastu runduni í bretskum øki. Nú vil felagið so eisini gera seg meira galdandi á landgrunninum, hvat eisini er heilt náttúrligt. At felagið ikki er ein og hvør sæst m.a. um vit lesa seinastu útgávuna av altjóða oljublaðnum Upstream, har blaðið brúkar ikki minni enn tríggjar síður uppá føroyska oljufelagið og serstakliga stjóra tess, Graham Stewart, sum fær nógv rós og verður vístur stóra virðing í oljuumhvørvi. Ikki kann sigast annað enn , at slík skriving vekir stóran ans fyri Føroyum og leitingini eftir olju her.